Søguligur neistasigur

Eftir at hava havt greiða yvirvág allan fyrra hálvleik, mistu kyndilsleikararnir so at siga alt á gólvið seinasta hálva tíman, og sostatt kundi Neistin skriva felagssøgu, nú teir hava vunnið allar landskappingardystirnar á grannunum hetta kappingarárið

Kyndil-Neistin 23-29 (16-11)


Seinasta lokaluppgerðin millum havnarliðini bæði varð leikt mikukvøldið, og fyri báðar partar var hetta samstundis eitt slag av lagnudysti.

Fyri Kyndil var hetta absolutt seinasta útkall hjá teimum, um teir skuldu halda lív í vónunum um eina endastøðu í toppinum, meðan tað fyri Neistan var av avgerðandi týdnigni, at teir fingu tvey stig burtur úr dystinum, um teir framhaldandi skuldu fylgja við hinum báðum oddaliðunum, StÍF og VÍF.

Teir tríggir dystirnir, sum liðini higartil høvdu leikt í landskappingini hetta kappingarárið, vóru allir endaðir við neistasigri, um enn onkrir teirra vóru sera teprir. Hinvegin vann Kyndil steypakappingina við sigri á júst Neistanum, so lagt var av sonnum um til ein sera spennandi dyst.


Kyndil sat á øllum

Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakra spennandi uppgerð. Kyndil var snøgt sagt nógv tað betra liðið, og komst hetta serliga av, at teir løgdu so nógv fyri í verjupartinum.

Serliga í høgra verjuborði var hetta sjónligt, við tað at teir vardu somikið offensivt, at Áki Olsen so at siga ongan møguleika hevði at koma til skot.

Í hinum verjuborðinum royndi Heini Joensen seg fleiri ferðir, men aloftast vóru kyndlarnir beinan vegin á honum, soleiðis at hann varð órógvaður, og flestu skotroyndirnar endaðu eisini omanfyri ella við síðuna av málinum, og tá bólturin so endiliga fekk kós móti málinum, megnaði Lars Winther aloftast at verja fyri.

Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist somikið væl hjá Kyndli at verja somikið offensivt tóktist eisini vera, at Neistaliðið so at siga einki strikuspæl hevur, soleiðis at bólturin ongantíð varð spældur inn um verjuna.

Við tað at verjupartinum hjá Kyndli eydnaðist somikið væl, hendi tað seg eisini meira enn tí einu ferðina, at teir við fúkandi ferð kundu fara í kontra álop, og so at siga ótarnaðir seta bóltin í málið.

Petur Magnusson í neistamálinum man hava bjargað teimum mong stigini í ár, men tað lítla korterið, sum hann var á vøllinum, fekk hann so at siga ikki fatur í nøkrum skoti, og tískil gjørdi neistavenjarin rættuliga skjótt av at royna Boga Hendriksen í staðin.

Hetta byrjaði beinanvegin at gera mun, tí Bogi framdi fleiri góðar bjargingar restina av hálvleikinum, men einsamallur maður kundi hann ikki gera tað stóra við kyndilyvirvágna. Tó so, heilt einsamallur var hann ikki, tí móti endanum av hálvleikinum lá brádliga betur fyri hjá Heina, soleiðis at munurin í hálvleikinum »bert« var trý mál.


Hamskift í seinna hálvleiki

Tá liðini komu á vøllin til seinna hálvleik, var alt brádliga viðvent. Neistin, og serliga Áki Olsen, løgdu fyri sum eitt óløgi, og Lars, sum hevði staðið ein sera góðan fyrra hálvleik, kundi millum lítið og einki gera, tá kanónskotini vórðu send móti honum.

Fýra mál á rað syrgdu fyri, at munurin minkaði niður í eitt mál, men brádliga fór Kyndil aftur at gera um seg.

Tað var tó sum um, at teir als ikki fingu sama glið á spæli, sum teir høvdu í fyrra. Leikferðin hjá Kyndli var eisini nógv lægri seinna hálvleikin, enn hon hevði verið í fyrra, og harumframt var verjan eisini nógv flatari.

Eftir mínum tykki, var hetta dekan ov tíðliga at taka ferðina av spælinum, tí aloftast er tað soleiðis, at um tú fyrst hevur sett ferðina niður, er sera trupult at fáa hana nóg høga aftur, og soleiðis var eisini ferð. Hvørt tað var spæliætlanin, sum eydnaðist, ella orkan, ið gekk undan, skal ikki verða sagt her, men í øllum førum er tað ein sannroynd, at hetta kostaði Kyndli stigini mikudagin.

Neistin helt nevnliga á fram við ágangandi álopsspælinum, og eftir at Kyndil hevði skorað til 19-17, gingu tólv minuttir, til bólturin aftur lá í neistamálinum. Hetta var tó ikki bert orsakað av vánligum kyndilsspæli, tí umframt at neistaverjan stóð seg betur nú, leikti Bogi einki minni enn ein óhugnaliga góðan seinna hálvleik.

Líkamikið hvat kyndilsleikararnir gjørdu, so megnaði hann onkursvegna at verja fyri, tá skot vórðu send móti honum.

Í eini seinastu roynd at venda dystinum, royndi Kyndil at mansverja Áka og Heina, men hesu ferð eydnaðist royndin ikki. Aldursforsetin, Kári Mortensen, tók ístaðin yvir, og av seinastu seks neistamálunum átti Kári tey fýra.

Sostatt gjørdist dysturin mikukvøldið eitt satt antiklimaks hjá Kyndli, sæð í mun til steypafinaluna. Tað ferðina vóru tað teir, sum kundu fegnast um steyp og sigur, men hesu ferð máttu teir lata sær lynda, at tað vóru neistaleikararnir, sum høvdu smílið frammi, tá dysturin var lokin.


Kyndil úti

Eftir dystin tykist tað vera heilt víst, at Kyndil hevur mist allar møguleikar fyri heiðursmerkjum hetta kappingarárið. Seks stig eru nú upp til triðja plássið, og hetta verður helst møtumikið at vinna inn aftur í teimum fýra dystunum, sum eru eftir at spæla.

Neistin betraði hinvegin um støðu sína í oddinum, har enn eru teir tvey stig aftan fyri vestmenningar, men hinvegin hava teir tveir dystir til góðar.

Eisini fingu teir víst, at breiddin í hópinum er nóg stór, til at teir kunnu vera týðandi leikarar fyri uttan. Áki Mørk, sum hevur leikt sera væl seinastu dystirnar, var burturstaddur hendan dystin, men maður kemur í mans stað verður sagt, og soleiðis varð eisini hesu ferð. Eftir at Elmar Ósá hevði roynt seg á veinginum allan fyrra hálvleik, kom Helgi Justinussen inn í seinna, og unglingurin stóð seg sera væl, og millum annað varð ikki fyrr enn eftir at hann kom inn, at nakrar yvirgongdir vóru at síggja á neistaliðnum.

Eisini Ræni Slættanes gjørdi um seg, eftir at hann varð settur á vøllin, og spurningurin er helst, um hann ikki átti at fingið meira spælitíð í álopspartinum, har Neistin alt árið hevur staðið seg illa í strikuspælinum.

Ivasamt man tó vera, um Páll Poulsen torir at blaka hesar ungu óroyndu leikarar fyri leyvurnar, nú seinastu avgerandi dystirnir standa fyri framman. Komandi fýra dystirnar, skal Neistin royna seg á útivølli móti bæði VÍF og StÍF. Ikki tí, tað skal Kyndil eisini, so seinasta orðið frá teimum er helst ikki sagt enn, hóast teir neyvan skulu gera sær nakrar vónir um heiðursmerki á hesum sinni.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Jacob Jónsson 5, Bjarni Wardum 5, Uni Wardum 4, Rúni Poulsen 3, Regin Petersen 3, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Janus Einar Sørensen 1

Neistin: Áki Olsen 11 (2), Kári Mortensen 6, Heini Joensen 5, Ræni Slættanes 3, Jákup Sverri Kass 2, Elmar Ósá 1, Finnur Hansson 1

Brotskøst:

Neistin 4

Úvísingar:

Kyndil 4, Neistin 1

Dómarar úr Tjaldur:

Kári Hansen og Dánjal Hansen