Sá ikki brotssparkið

Superveteranurin í VB málinum, Bjarni Johansen, var ikki misnøgdur við at hava eitt stig í viðførinum í góðveðrinum um Suðuroyarfjørð sunnukvøldið. Men hann segði seg ikki duga at skilja, hví dómarin hevði bríkslað fyri NSÍ brotssparkinum:
? Lassin var staddur úti við miðstrikuna, tá ið hann bríkslaði. Støðan var út móti brotsteigarmarkinum og í borðinum. Eg metti meg vera væl betri fyri at síggja støðuna, enn dómarin var. Eg helt ikki, at Mortan úr Hørg togaði Jónstein Petersen niður. Heldur sá eg tað soleiðis, at Mortan fekk kroppin framum mótstøðumannin, sum so legði seg niður. Tað er tó ikki sjónarmiðið hjá mær, men tað hjá dómaranum sum telur, staðfestir VB málverjin.
Onkrir vágbingar fóru norður um leygardagin. Teir, sum fóru norður sunnudagin, noyddust av seingini klokkan hálvgum seks. Tá ið klokkuni leið at hálvgum tólv sunnukvøldið vóru teir við hús aftur. Men ferðin hevði ikki verið so galin, tí veðrið hevði verið av tí besta, og teir høvdu fingið eitt stig suðuraftur við.