Løgmansskrivstovan søkir nú av nýggjum eftir aðalstjóra at stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Mikið rok var um hetta fyrr í summar, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður, ikki vildi, at John Rajani, sum varð innstillaður sum nummar eitt, skuldi setast í starvið, tí hann metti ikki gegni at vera í lagi.
Í lýsingini sigur Løgmansskrivstovan millum annað:
– Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum aðalstjóra at standa á odda fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið.
Høvuðsuppgávurnar hjá aðalstjóranum eru at:
· Leiða og samskipa arbeiðið í stjórnarráðnum,
· samskipa og fyrireika uppgávur á málsøkjum hjá stjórnarráðnum, nevnd niðanfyri, · fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið,
· hava eftirlit við stovnum undir stjórnarráðnum, og tryggja, at aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til, verða framdar
Um førleikakrøv verður kravt, at umsøkjarin hevur:
· útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidatprógv,
· leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, og vitan um almenna fyrisiting.
· fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og royndir á uttanríkisøkinum og/ella vinnumálaøkinum.
Umráðandi er, at tann, ið verður settur:
· hevur góð leiðslu- og samstarvsevni umframt mennandi leiðslustíl,
· hevur gott strategiskt skil og er slóðbrótari í verkseting av strategiskum arbeiði,
· dugir at seta greið mál og skapa úrslit,
· hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga,
· hevur góðar málførleikar, og
· megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti.
Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari politiskari fyrisiting.
Týdningarmikið er, at viðkomandi hevur vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir.
Starvið er tænastumannastarv. Starvsheitið er aðalstjóri, og er starvið flokkað í 39. lønarflokki. Tað merkir, at aðalstjórin fær 54.339,50 krónur um mánaðin. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót upp á kr. 5.094,67. Tilsamans 59.434,17 krónur. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi. Tey fyrstu 2 árini eru at rokna sum royndarár.
Møguleiki er eisini fyri, at starvið verður sett tíðaravmarkað sambært § 2 nr. 3 í tænastumannalógini. Um so verður, fær viðkomandi eina ávísa avtalaða eyka lønarviðbót. Tann viðbótin er ofta 20 prosent, sum so er 10.867,9 omaná ella tilsamans 70.302,07 krónur.
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið, stovnar undir tí, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Uttanríkis- og vinnumálaráðið.