Nú er møguleiki at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum, verður sagt.
Starvið er flokkað í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsókn skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2019.
Fyrstulærarar til Hvalvík og Sumba
Tvey fyrstulærarastørv eru eisini lýst leys at søkja. Tað eru størvini sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla og fyrstilærari í Sumbiar skúla.
Sagt verður, at tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið í Hvalvík er flokkað í lønarflokkunum 32.2 og 33.1 og í Sumba í lønarflokkunum 31.2 og 31.3.
Umsóknir skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2019.