Tað kann tykjast sum, at tað ikki er serliga stórur áhugi fyri at gerast varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverki Føroya. Tá freistin var úti at søkja starvið 9. juli var einans ein umsókn til starvið.
- Vit valdu at lýsa starvið av nýggjum, tí vit meta tað eru ov fáir umsøkjarar at velja ímillum, upplýsir Jóanis Erik Køtlum, stjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum, og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og varastjórunum leiðsluna í sjúkrahúsverkinum, men í starvslýsingini verður upplýst, at viðkomandi eisini verður læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari fyri Heilsu- og Innlendismálaráðið.
Nýggja umsóknarfreistin er 3. september 2018.