Súkkling
Sunnudagin stóð fyrsta súkklukapping í ár á skránni. Kappingin gekk fyri seg á Skála í samband við bygdastevnuna, sum var í vikuskiftinum.
Skipað varð fyri kappingum millum børn, unglingar og vaksnum, og sum altíð varð møguleiki hjá bæði gentum og dreingjum at kappast.
Tey vaksnu kappast í einkultstarti, og gekk leiðin frá Skála til Undir Gøtueiði, har vent varð við rundkoyringina, og so aftur á Skála. Teinurin er 25 kilometur langur. Hesin teinurin er royndur fyrr, eisini í samband við eina bygdastevnu á Skála, og er hesin teinur sera væl egnaður til júst hetta slag av súkklukappingum, nevniliga einkultstart.
Tá súkklað verður einkultstart, fara ein og ein avstað við einum minutti millum hvønn súkklara. Eli Christiansen byrjaði næstseinast, og Gunnar Dahl-Olsen seinast. Eli var væl koyrandi, og skjótt megnaði hann at koyra hinar inn aftur. Væl gekk hjá Gunnari eisini, og eisini hann fekk skjótt arbeitt seg meir og meir inn á hinar. Komnir nakað framvið Skálabotn eydnaðist tað Gunnari at koyra Eli inn aftur, og so sá ljóst út hjá Gunnari. Men Eli kempaði og megnaði at halda tørn líka til vent var undir Gøtueiði. Eli byrjaði at troyttast, og munurin øktist tí enn meir millum teir. Tá samanum kom vann Gunnar við góðum trimum minuttum.
Bergur Johansen var eisini væl koyrandi, og eisini hann vann sannførandi á kappingarneytanum, Dánjal Michaelsen.
Í bólki III hjá dreingjum vann favoritturin Torkil Weyhe. Teir vóru seks súkklarar í hesum aldursbólki, men eftirsum at allir ikki koyrdu á kappsúkklu, bleiv bólkurin býttur sundur í tveir, við kappsúkklu og við fjallasúkklu.
Torkil vann sum sagt tryggan sigur, men spenningur var kortini gjøgnum alla kappingina, tí allir fylgdust líka til endaspurturin skuldi traðkast. Og tá var onki ivamál um hvør hevði tey bestu beinini.
Finnur Mellemgaard hevur eins og Torkil klára seg stak væl seinastu árini, og hann hevur við sínum nógvu sigrum víst, at tað lønar seg at venja. Eisini hann koyrdi ein tryggan sigur heim við einum góðum endaspurti.
Kappast var í hesum bólkum hjá bæði dreingjum og gentum:
Bólkur I: 1996 til 1998
Bólkur II: 1993 til 1995
Bólkur III: 1990 til 1992
Ungdómur: 1987 til 1989
Vaksin: 1986 og eldri
Næsta kapping verður á Norðoyastevna, og koyrt verður leygardagin 5. juni. Koyrt verður Býarkoyring og mál og startur er við Norðoya Sparikassa. Lýst verður í skránni nær kappingin byrjar.
Úrslitini frá bygdastevnuni á Skála:
Gentur, bólkur I, 1 km:
Nr.Navn
1Ata Joensen
2Josefina Prestá
Gentur, bólkur II, 1,5 km:
1Sólbjørg Jacobsen
2Maria Joensen
3Jana Joensen
4Oda Maria Johannesen
Gentur, bólkur III, 2 km:
1Paula Johansen
2Hansa Olsen
Dreingir, bólkur I, 1 km:
1Kristian Johansen
2Eyðbjørn Eiriksson
3Kjartan Johansen
4Poul Enok Hansen
5Tóri Nielsen
6Janus Hannesarson
Dreingir, bólkur II, 2 km:
1Finnur Mellemgaard
2Jens Pauli Johansen
3Haraldur Johannesen
Dreingir, bólkur III, 3 km:
1Torkil Weyhe
2Sigmundur Olsson
3Rúni Bláfoss
4Rani G. Jacobsen
Dreingir, bólkur III (fjallasúkklu), 2 km:
1Steinar Prestá
2Paul Eli Johannesen
Vaksin:
1Gunnar Dahl-Olsen39 min. 20 sek.
2Eli Christiansen42.54
3Geyr Gilsteinsson1.00.17
Unglingar:
1Bergur Johansen48.03
2Dánjal Michaelsen53.56