Súkklukapping

Seinasta súkklukappingin á árinum verður nú fyriskipað av Tórshavnar Súkklufelag. Hetta er 17. kappingin, sum felagið skipar fyri í ár

Súkkling


Nú árið fer at halla, skipar Tórshavnar Súkklufelag, stytt TSF, fyri seinastu súkklukappingini í ár. Henda kapping kemur í staðin fyri barnasúkklukappingina Balslev Runt, sum orsaka av um/útbygging er útsett til várs, einaferð í mai mánaði.

Árliga Kappingin Balslev Runt verður so aftur á skránni í sept 2001, altso tvær súkklukappingar hjá Balslev næsta ár Tað eru súkklarar frá TSF ið hjálpa manningini hjá Balslev við kappingini, og eru tað eisini teir ið skipa hesari kappingini.

Ætlanin er ikki, at kappingin skal koma ístaðin fyri Blaslev Runt, heldur skal hon roknast sum plástur á sárið meðan bíðað verður. Hetta verður ein sokallað multikapping, har børn, unglingar og vaksin súkkla sama tein, tó soleiðis, at tey eldru súkkla teinin oftari. Tað at allir aldursbólkar súkkla í einum, kann bara lata seg gera tá talan er um tíðarkoyring, tí tá eru ikki so nógvir súkklarar á vegnum í senn. Súkklað verður eftir vegnum fram við Strond, frá Føroya Sparikassa til tyrlupallin og aftur. Kappast verður um hvør súkklar teinin skjótast, og byrja súkklararnir við 1 minutti ímillum. Ikki er neyðugt hjá bólki 1 og 2 at hava kappkoyringarsúkklu, vanlig fjallasúkkla ella líknandi er í lagi. Súkklararnir eru býttir í bólkar eftir aldri:


1. Bólkur 1: Børn 9 ár og yngri.

2. Bólkur 2: Børn 10-14 ár. .

3. Bólkur 3: Unglingar 15-18 ár.

4. Bólkur 4: Vaksin.


Kappingin byrjar kl. 15.00, og verður tilmeldingin á startmálinum frammanfyri Føroya Sparikassa(Gamli Fiskasølubygningurin) kl. 14.30. Tá kappingin er liðug, verða heiðursmerki handað vinnarunum, og øll børnini ið hava súkklað, fáa sodavatn, og eru tað Balslevs Timburhandil og Coca Cola, ið stuðla súkklufelagnum við hesum.

Telja vit hesa kappingina við, so hevur Tórshavnar Súkklufelag í ár skipa fyri ikki færri enn 17 súkklukappingum, og so væl hevur viðrað, at bara í seinastu kappingini leygardagin 21 okt., sum var ein 50 km. tíðarsúkkling úr Kollafjørði til Ljósáir og aftur, blivu súkklararnir vátir. Tá var eittans ælið, og tað køldi súkklararnar av í Hósvík. Bara fimm súkklarar vóru við í kappingini, ein gavst vegna teknist brek, og komu hinir á mál í hesari raðfylgju:


1. Gunnar Dahl Olsen. 1.29.34

2. Evald Rasmussen 1.35.34

3. Kári Simonsen 1.41.15

4. Christian Niclasen 1.51.00