Sóknast eftir arvingi

Tann, sum dugir at greiða sína ættartalvu aftur til árið 1066, eigur kanska at kanna hana, tí tað er ikki óhugsandi, at viðkomandi er trúnarvingi. Í hvussu er er ein enskur felagsskapur farin at leita eftir einum eftirkomara hjá enska konginum Harold Goodwinson, sum fall í tí víðagitna bardaganum við Hastings. Vilhelm Landtakari, sum vann bardagan, setti seg á ensku trúnuna, og sonur Harold, Aetheling, viðurkendi tann nýggja kongin. Nú leitar felagsskapurin English Heritage eftir onkrum eftirkomara hjá Harold Goodwinsson, sum sambært felagsskapinum kann krevja ensku trúnuna. Kravið er tó rættiliga veruleikafjart, tí tann enska trúnan hvarv í 1603, tá Ongland og Skotland gingu saman, og trúnan bleiv bretsk.