Uni L. Hansen, sum í skrivandi stund situr og arbeiður við næstu filmsfløguni við Føroyskum Søgum, hevur eina umbøn til tey, sum eiga upptøkur við rútmiskum tónleiki Uni L. Hansen greiðir frá: - Vit hava leitað sum svakir eftir filmsupptøkum av framførslum við poppulerum rútmiskum tónleiki í Føroyum frá 50unum, 60unum, 70unum, men tað hevur víst seg at verða fullkomiliga vónleyst at uppdríva. Tískil vilja vit hervið gera eina seinastu roynd at finna okkurt brotið.
Hóast Uni L. Hansen undrast yvir, hví ongar tílíkar upptøkur finnast, so hevur hann eisini eitt boð upp á hví so er.
?Við teirri filmsútgerð, ið var tilgongilig fyrr, var tað sera torført at fáa líkinda upptøkur í kassan innandura. Upptøkurnar blivu ofta sera myrkar og ónýtiligar. Nakað annað er, at fólk tá í tíðini ikki hava dugað at virðismett poppulera rútmiska tónleikin. Í sambandi við Føroyskar Søgur, havi eg havt nógv samskifti við Fornminnissavnið, har havnarmaðurin Haldane Joensen arbeiðir. Haldane spældi upp á trummur í Rock´n Roll-bólkum í fimti- og sekstiárunum. Haldane veit seg ikki minnast nakrar upptøkur av tónleikaframførslunum frá hesi tíðini. Orsøkin er, sambært honum, at: - tá í tíðini vóru filmsupptøkur seriøsar, og slíkt fjas sum Rock´n Roll hoyrdi ikki heima innanfyri ?kultur?.
Uni L. Hansen hevur tó ikki uppgivið vónina at finna okkurt brotið, ið møguleika kann brúkast til at varpa eitt sindur av ljósi á søguna hjá poppulera rútmiska tónleikinum í Føroyum.
Hetta hevur skund, so tey, ið halda seg eiga okkurt filmskutið, kunnu venda sær til Una L. Hansen á 0045 22490919 ella ulh@substanz.fo.