Longu, tá lunnar vórðu lagdir undir málingaframleiðslu á Strondum, varð samstarv fingið í lag við íslendska fyritøku og málingaframleiðara. Hetta var longu í 1975, og hetta samstarv hevur vart øll árni og er framvegis týðandi grundarlag undir virkseminum og framleiðsluni á Strondum.
- Hetta er ein stór, sterk og seriøs íslendsk fyritøka við drúgvum royndum innan framleiðslu av máling, og øll árini hava vit havt loyvi til at brúkt teirra uppskriftir og servitan.
Tað sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum er stjóri og eigari av felagnum, Sp/f Kveik, sum eigur og rekur Strandamáling.
Gjøgnum mong ár í hesum virksemi hevur hann drúgvar royndir sum framleiðari.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk vísir á, at hevði Strandamáling ikki havt hesa loyvisavtalu, hevði fyritøkan á Strondum noyðst at havt ein stóran yvirbygning, sum ikki er neyðugur í dag, og tá hevði Strandamáling eisini noyðst at brúkt nógv meira tíð og orku til onnur ting enn sjálva framleiðsluna.
- Vit brúka somu mannagongdir, sum íslendska fyritøkan ger, og samstarvið ger eisini, at vit hava data upp á alt, vit gera, og vit vita ítøkiliga, hvat alt er, sigur hann.
Einasta, sum Strandamáling keypir úr Íslandi, er onkur sermáling, sum lutfalsliga lítið verður brúkt av í Føroyum og sum tað tískil ikki loysir seg at framleiða á virkinum á Strondum. - Í einum málingablikki eru einar 15-20 ymiskar rávørur, og her hava vit veitarar kring um í Evropa og ikki í Íslandi.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk vísir á, at Strandamáling framleiðir og soleiðis eisini virðisøkir rávørurnar, sum felagið keypir úr ymisku londunum - eftir íslendskum uppskriftum, mannagongdum og standardum.
- Vit kunnu samanbera hetta við eina kvinnu, sum bakar breyð. Tó at hon ikki eigur uppskriftina sjálv, eru breyðini hennara. Soleiðis virðisøkja vit eisini tær rávørur, sum vit keypa úr ymiskum londum, og hetta verður til best egnaðu máling til føroysk viðurskifti, sum eru krevjandi, bæði til haldføri og dygd av máling.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk er onga løtu í iva um, at nógvir veitarar eru við góðari máling, men hann torir at siga, at Strandamáling hevur longri haldbari í føroyska veðurlagnum til eitt nú hús, íbúðir og garðar enn málingin hjá øðrum veitarum hevur.
- Hvør skuldi vitað betur enn vit í Føroyum, hvussu man framleiðir máling til føroyska veðurlagið, tá Strandamáling skjótt hevur verið á marknaðinum 45 ár, spyr hann brosandi.
Jógvan Óli á Fríðriksmørk heldur, at tað viðhvørt kann kennast eitt sindur einsligt í fyritøkuni, og hann dylur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær onkran at samstarvað við, sum eisini átti lut í fyritøkuni.
- Strandamáling hevur eftir mínum tykki ógvuliga góðar vakstrarmøguleikar. Vit hava eina góða vøru, og vit hava góðar umstøður, bæði til framleiðslu og goymslu. Stórt potentiali er í framleiðsluorkuni, sum er rættiliga stór, og vit kunnu saktans vinna ein nógv størri marknaðarpart.
Hann heldur, at tað er alt hetta, sum ger tað so spennandi við Strandamáling.
- Um stutta tíð letur eisini Eysturoyartunnilin upp, og hetta fer avgjørt at lata upp fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum. Tí kundi eg hugsað mær onkran at samstarvað við í tíðini, sum liggur fyri framman, men mítt ynski er, at ein nýggjur samstarvspartur er í Føroyum og ikki útlandinum, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Í VikuskiftisSosialinum, sum hevur serblað um føroyska framleiðslu, er ein størri samrøða við stjóran á Strandamáling, sum eisini greiðir frá gongdini, nú Føroyar eins og meginparturin av heiminum hevur verið raktur av korona-kreppu.
- Sølan hevur gingið væl í vár, og nú summarið nærkast, er sølan framvegis góð. Vit eru í einari góðari periodu, og hetta forpliktar, tí vit vita, at sólin skínir ikki allan dagin, sum Jógvan Óli á Fríðriksmørk tekur til.
Tað eru einir 10 handlar kring um í Føroyum, sum hava Strandamáling við í sínum konsepti. Hesir handlar standa fyri umleið 65 prosentum av umsetninginum hjá framleiðaranum á Strondum.
- Siga vit, at handlarnir standa fyri umleið 65 prosentum av søluni, eiga vinnufyritøkur, sum í fyrsta lagi eru málarameistarar, síni 20 prosent - og síðan selja vit umleið 15 prosent beinleiðis av virkinum her á Strondum, sigur stjórin í Strandamáling.
##med2##