Sølan av Gekka-seðlum hevur aftur tikið dik á seg, aftaná at hon seinastu vikurnar hevur verið heldur minni enn áðrenn. Í síðstu viku seldu Kringvarpið nevniliga umleið 35.500 gekka-seðlar, ið er umleið 2.500 fleiri enn vikuna áðrenn. Tað upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum.
Tað er kortini 500 færri seldir seðlar enn metið í hesum umfari, ið bleiv sett tá vinningurin var 2,4 milliónir fyri fýra vikum síðan. Tá blivu 36.000 seðlar seldir.
Síðan fall sølan við 3.000 seðlum fyri trimum vikum síðan og stóð hon í stað fyri tveimum vikum síðan, tá fólk kundu vinna 2,8 milliónir krónur.
Komandi fríggjakvøld er høvuðsvinningurin í Gekkinum 3,2 milliónir krónur. Tað er ein heil millión hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.
Hóast vinningurin er methøgur, so er enn tó langt á mál, áðrenn sølan setur met. Gamla sølumetið er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.
Enn er eisini eitt sindur á mál til søluna fyri tveimum árum síðan, tá vinningurin seinast var methøgur. Tá vórðu 41.000 seðlar seldir.