Sálarfrøðingur: Gott fyri bæði pápa og barn

– Eg haldi ikki, at pápar, sum vilja í farloyvi við børnum sínum, skulu aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri faðirsamleikan og tilknýti millum barn og pápa, sigur sálarfrøðingur

Royndir vísa, at eru bæði foreldrini við í tí, sum hevur við børnini at gera, so eru børnini ofta betri fyri kensluliga. Orsøkirnar til tað kunnu vera fleiri, men góð harmoni í familjuni, gott álit millum foreldur og fleiri hjálpandi hendur eru nakrar av teimum.

– Tað er gott fyri barnið, at foreldrini gera íløgu í tað. Og tað er enn betri, tá bæði foreldrini gera tað. Tað er tó eisini minst líka umráðandi fyri foreldini, sum hava ábyrgd av at menna tilknýti til barnið. Eitt sterkt tilknýti millum foreldur og barn er eitt sterkt kensluligt fundament hjá barninum. Jú fyrr fundamentið verður bygt, jú lættari verður tað at byggja víðari á tað seinni í lívinum, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur.
Eisini er tað umráðani fyri sálarheilsuna hjá primera umsorganarpersóninum – sum ofta er mamman – at pápin sleppur framat. 

Les eisini: Pápabarsil ein aha-uppliving

– Gransking vísir, at sálarheilsan hjá mammuni kemur í javnvág, tá uppgávurnar verða býttar millum bæði mammu og pápa, sigur Maria Hanusson Joensen.
Sjálvsagt eru slíkar støður einstaklingabundnar, og tað er individuelt, hvørjir førleikar ella viðbrekin øki eru í eini familju. Er mamman lutfalsliga sárbar, er tað ein styrki, at pápin hevur ein størri leiklut. Tað er tó umráðandi, at tilknýtispersónarnir eru stabilir, greiðir hon frá.
– Er talan um eina vælfungerandi familju, og hevur barnið trygt tilknýti til bæði foreldrini, so er tað gott fyri barnið, at farloyvið verður býtt millum bæði foreldrini.
– Barnið sær tá bæði foreldrini sum líkar, og bæði foreldrini føla, at tey hava investerað nógv í barnið.
Tað er ikki uttan orsøk, at orð sum tilknýti, fundament og samspæl verða nevnd aftur og aftur. Hóast eitt pinkubarn gevur ógvuliga lítið aftur í mun til tað, sum foreldrini leggja eftir seg, er alneyðugt, at tann íløgan verður gjørd. Tað styrkir kensluliga fundamentað hjá barninum og ávirkar barnið restina av lívinum. Hevur barnið fingið hetta fyrstu livitíðina, er lættari at knýta bond við onnur menniskju seinni í lívinum. Er pápin við í ella hevur ein størri leiklut í hesi tilgongdini, so styrkir tað sjálvsagt eisini sambandið millum pápa og barn seinni í lívinum.
Er tilknýti til umsorganarpersónin sterkt, verður barnið betri fyri kensluliga. Eru bæði mamman og pápin til staðar, so er tað eitt stórt bonus, sigur sálarfrøðingurin.
Hon heldur, at samfelagsgongdin er soleiðis, at fleiri føroyskir pápar fara at taka longri farloyvi í framtíðini.
– Í síðsta enda er tað ein spurningur um, hvat riggar til hvørja einstaka familju. Eg haldi tó ikki, at pápar, sum vilja í farloyvi við børnum sínum, skulu aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri faðirsamleikan og tilknýti millum barn og pápa, sigur hon og leggur aftrat, at hetta er eitt val, sum alsamt fleiri velja.