Sólgerð er ein av teimum fáu

Sólgerð Andreassen er ein av fáum kvinnum sum spæla alment á harmoniku.

Harmonikutónleikur hevur altíð verið væl dámdur til borðhald og veitslur, sum tónleikur undir felagssangi ella partur av tónleiki í dansibólki og til mong ymisk høvi annars.

 

Nú festivalar, bátastevnur, bygdastevnur, kampingtiltøk og ymisk onnur summartiltøk stunda til, fara vit at hoyra harmonikutónleik seta sín dám á. Soleiðis var eisini á Toftum í dag, tá bátarnir løgdu til bryggju.

 

- Spælt verður í felagsskapi til ymisk høvi, og stundum er tað onkur einstakur, sum hevur sína harmoniku við í báti ella kampingvogni.

 

Tað sigur Sólgerð Andreassen, sum er forkvinna í Harmonikufelag Føroya. Hon er ein av heilt fáum kvinnum, sum regluliga spæla alment á harmoniku, bæði saman við øðrum og einsamøll.

 

- Sum ung spældi eg mest á gittar, men harmonika var í húsinum, so hon var ikki ókend fyri mær. Fyri eini 12 árum síðan keypti eg mær eina knappharmoniku og meldaði meg til kvøldskúla hjá Óla Johannesen.

 

Hon sigur, at hon síðan hevur spælt á harmoniku og byrjaði at spæla saman við øðrum til almenn tiltøk. Sólgerð Andreassen kom í nevndina í Harmonikufelag Føroya í 2005 og gjørdist stutt eftir forkvinna í felagnum.