Jústinus Leivsson Eidesgaard
Føroyar hava ligið sveiptar í bakandi sólskini frá morgni til dimmi seinastu tveir dagarnar og og veðrið hevur verið so gott, at tú skal leita heilt aftur til fyrr í tíðini, tá vit um miðjan aldur slett ikki vóru fødd, fyri at finna líknandi veður. Aftur til glaðu barnadagarnar hjá okkara foreldrum, tá sólin valla setti frá tíðliga á vári og til seint á heysti og hoyggj tornaði burtur í einki av brennandi sólini, lomb gingu kløn, følin og tyst, tí ærnar sleptu av køvandi skerpinginum og áir tornaðu burtur í einki.
Og sólin kveikir rættuliga lív í fólk. Allastaðni hugna tey sær og timburhandlarnir hava nógmikið við at selja grill, liggistólar og urtagarðsmøblar annars.
Tað verður steikt og hugnað og bleikir kroppar liggja og venda sær spakuliga í sólini. Tey dapurskygdu stúra fyri onkrum mjørkaklodda, sum hongur fastur í teim hægstu tindunum.
"Hetta er ov gott, hetta fer ikki at vara við, segði hann ikki, at ein lagd var á veg og nú kølnaði aftur. Nei, á Ólavsøku er ongantíð gott veður."
"Og so heitt er tað eisini. Eg sovi ikki um næturnar og eg eri helt brend og tað er ikki verandi úti ella inni og so skuldi tú vita grannakonuna. Hvat gevir tú, liggja toppleys í Føroyum, smurd inn í sólolju. Uppgerð og einki annað.
Og tey sum stúra síggja út til at fáa rætt. Eitt brúgvalag skuldi verið yvir Føroyum í morgun um seks tíðina og man ikki fara at dryppa úr honum í dag.
Men mánadagin skein sólin og Sandagerð, Gøtusandur, Leynasandur og kanska onkur annar við var avtakin av glaðum føroyingum, sum upplivdu Føroyar, tá tær eru vakrast. Og børnini hugna sær óført. Tú sær enntá smærri svimjihylar, sum fast tilbehoyr í nýggju urtagørðunum í nýggju býlingunum í Havn.
"Sum tað er heitt, hvat endar tað við, man tað vera ozonlangið sum hvørvir. Í ár er summarið ikki bara ein fyrrapart. Og tey sum hava brúk fyri hoyterra hugsa: "Allur hesin avlopsterrin, sum hevur verið í juli, hann mann fara at løna seg aftur í august. Ikki skuldi verið løgið um hann ikki køvdi av í mjørka longu á ólavsøku. Soleiðis var í 1947, tú veit hitt tiltikna kavaárið."