Tað gekk, sum tað hevur gjørt hinar seks ferðirnar í summar, tá ið kvinnurnar kappaðust i 6-mannaførum.
Sølmundur legði seg beinanvegin eina heila bátslongd framum hinar bátarnar, og síðani longdist munurin stútt og støðugt, og á málinum var Sølmundur fýra bátslongdir undan tí næsta.
Fyrr í summar hevur tað verið spenningur um næstfremsta plássið. Smyril úr Vági og Páll Fangi úr Klaksvík hava kappast.
Soleiðis var tað ikki ídag. Smyril var meiri enn eina bátslongd undan Páll Fanga, sum eina løtu varð hóttur av Gongurólvi, men kortini vann triðja plássið.
Sølmundur er FM vinnari við fullum stigatali, og eingir bátur hevur vunnið so sannførandi sigrar í øllum róðrunum í summar, sum tær á Sølmundi hava megnað.
Smyril tryggjaði sær við avrikinum í dag silvurkrónurnar frammanfyri Páll Fanga.
1 Sølmundur 4.49.36
2 Smyril 4.57.34
3 Páll Fangi 5.01.31
4 Gongurólvur
5 Lómur
FM
1 Sølmundur 49
2 Smyril 39
3 Páll Fangi 38
4 Lómur 19