Súluferðaseðlarnir pynta um hagtølini

Tað gav ein ordans lyft í hagtølunum yvir ferðafólk, ið hava flogið við Atlantic Airways, tá felagið í fjør boðaði frá, at tey avtóku súluferðaseðlarnar, soleiðis at fólk vórðu, um tey ynsktu at brúka tær, noydd at keypa eina ferð fyrstu mánaðirnar í ár.


So tað tók ongan á bóli, at felagið fyrsta ársfjórðing kundi vísa á ein munandi vøkstur í talinum av ferðandi. Tað hevur eisini lagt eitt gott grundarlag fyri árinum sum heild, tá felagið samanber ferðafólkatalið við í fjør.


Higartil í ár hava nevniliga 127.600 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru sjey prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.


Vøksturin tykist tó at vera hæsaður av, tí í juni, ið er háárstíð fyri ferðing, var vøksturin munandi minni enn fyri árið sum heild. 28.700 ferðandi flugu við Atlantic Airways í juni, og er tað trý prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá ið 27.800 ferðafólk flugu við Atlantic Airways.