SøluRás á Skála í dag og í morgin

Sera vælumtókta sølustevnan í høllini á Skála ? SøluRásin, sum hon verður rópt ? verður hildin í dag og í morgin

Tað eru nú 10 ár síðan, at fyrsta sølustevnan, ið ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum skipa fyri, varð hildin í høllini á Skála. Tey fýra feløgini eru Skála Ítróttafelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan.

SøluRásin hevur altíð verið ein væl vitjað sølustevna og eitt, sum altíð hevur merkt hetta tiltak, er, at feløgini, sum standa aftanfyri, hava dugað sera væl at skipa undirhald saman við framsýningini.

Soleiðis verður aftur á SøluRásini í dag og í morgin.

Sølustevnan letur upp í morgun, og klokkan 16.30 fer barnakórið av Strondum at syngja, og klokkan 19 fara Sámal Ravnsfjall og Ronni Nielsen at spæla og syngja á pallinum. Andras, sum spældi við Tónlist og Jónleif, geva eina fløgu út ein av fyrstu døgunum, og teir verða á pallinum í kvøld klokkan 21.

Í dag verða tvær mótasýningar, sum hevur verið fastur táttur á skránni.

Sunnudagurin, sum er hin seinni dagurin, hevur eins og dagurin í dag nógv at bjóða til undirhalds. Tá fer búktalarin Absalon Áargarð á pallin, og hetta plagar altíð at vera ein góð og stuttlig løta. Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd fara at undirhalda sunnudagin, og hetta er undirhald bæði fyri børn og vaksin.

Tónleikur verður sjálvandi á skránni aftur sunnudagin, tá vælkendi Jens Marni Hansen spælir á pallinum.

Sunnudagin verða eisini mótasýningar.

Uppi í bygdasalinum verður stórt vørutombola seinnapartin í morgin.

Báðar dagarnar verður drigið um vinningar millum seld atgongumerki fyri hvønn dagin. Við tað, at SøluRásin í ár hevur 10 árs jubileum, verður eisini drigið um tríggjar størri vinningar - tríggjar kekkar á 5.000 krónur.

Hetta merkir, at drigið verður tríggjar ferðir um stóru vinningarnar, og hesin dráttur verður millum øll seld atgongumerki báðar dagarnar.