Við góðum undirhaldi og einari rúgvu av framsýnarum bjóðar NSÍ um vikuskiftið til stóru sølustevnuna Lýsing ?04 í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri hesi sølustevnuni
Lýsing ?04 letur upp leygardagin 15. mai klokkan 14, og ein tíma seinni fer borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen, at seta sølustevnuna. Sunnudagin 16. mai letur stevnan upp klokkan 15, og báðar dagarnar er opið til klokkan 22.
Her verður høvi hjá teimum vitjandi at síggja eitt fjølbroytt úrval av básum, ið framsýnararnir leggja stóra orku í at gera snotiligar og innbjóðandi, umframt felags fyri allar framsýnararnar er, at teirra bestu tilboð, tænastur og vørur kunnu upplivast á sølustevnuni.
Sum vanligt ber alla tíðina til at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið, um brúk er fyri at seta seg niður eina løtu, áðrenn farið verður víðari at vitja teir næstu básarnar.
Yvirhøvur minnir Lýsing ?04 sera nógv um Marko-sølustevnurnar, sum NSÍ tey seinnu árini hevur skipað fyri um mánaðarskifti november-desember. Men av tí at fleiri hava ynskt eina sølustevnu ta ljósaru tíðina eisini, hevur felagið eisini tikið stig til Lýsing ?04.
Fleiri av framsýnarunum á sølustevnuni eru klædnahandlar og tí verður skipað fyri einari stórari mótasýning hvønn dagin. Hesa ferð eru mótasýningarnar klokkan 19 báðar dagarnar, og har ber so til at kunna seg um aktuella klædnamótan.
Nógv hendir á pallinum
Tað eru tó ikki bara móti og klæði, ið kunnu upplivast á pallinum hesar báðar dagarnar, tí tað hevur eydnast okkum at sett saman eina spennandi skrá við hópin av undirhaldi, ið bæði vendir sær til børn, ung og vaksin.
Nakað er fyri børnini báðar dagarnar klokkan 17.30. Leygardagin kunnu tey gleða seg til klovnarnar Kaktus og Albinus, og sunnudagin fara Glotti & Gleimur at borðreiða við búktaling, gykli og øðrum kynstrum.
Tónleikurin eigur eisini sín part, og klokkan 16 báðar dagarnar eru tónleikaframførslur. Leygardagin ber til at hoyra Nes Sóknar Musikkfelag, sum júst hevur verið á musikkstevnu í Vestmanna, og sunnudagin fer Kári Sverrisson at syngja og spæla.
Aftur um kvøldið, klokkan 20.30, eru tónleikaframførslur á skránni. Bólkurin Salt, ið júst er afturkomin av væleydnaðari konsertferð í Skotlandi, verður at hoyra leygarkvøldið, og sunnukvøldið fer Eivør Pálsdóttir at seta prikkin yvir i?ið við einum brotparti av tí nógva, hon hevur á síni kendu og góðu sangskrá.
Umframt alt hetta, so eru atgongumerkini eisini samstundis lutaseðlar, ið fevna um vinningar frá framsýnarum og góðar ferðir við Norrönu. Bæði kvøldið verður drigið klokkan 21.45, leygarkvøldið millum atgongumerkini tann dagin og sunnukvøldið millum atgongumerkini báðar dagarnar.