Sólvá Dimon heimaftur

Eftir hálvtannað ár í útlegd, kemur flogbóltsspælarin, Sólvá Dimon, nú heimaftur til Føroya. Hon fer at styrkja um liðið hjá TB í trimum teimum síðstu dystunum í landskappingini hjá kvinnunum

Flogbóltur

Fyrru hálvu av kappingarárinum vóru tveir føroyskir spælarar í bestu donsku flogbóltsdeildini, men nú er eingin eftir. Mánadagin kemur 21 ára gamla Sólvá Dimon heimaftur, eftir at hon í eitt hálvt ár hevur spælt við danska felagnum, Brøndby VK. Eisini 19 ára gamla Karina Debes, sum spældi við Gentofte Volley í fyrru hálvu, hevur verið heima síðani á jólum og hevur spælt við Fleyr.
– Eg vildi fegin hildið fram, tí tað er serliga torført at fara avstað, nú eg júst eri komin ordiliga fyri meg og í síðstuni havi fingið nógva spælitíð. Men eg skal ikki í skúla aftur fyrr enn í august og fái einki arbeiði niðri í løtuni, so tá eg onga inntøku hevði, mátti at velja at flyta heimaftur í eina tíð, sigur Sólvá Dimon, sum í hálvtannað ár hevur roynt seg sum flogbóltsspælari í bæði Luxembourg, Svøríki og Danmark.
Í fyrraárið spældi hon í eitt hálvt ár við felagnum, VB Amber-Lënster, í Luxembourg, áðrenn hon í eitt lítið hálvt ár spældi við Svedala Volley í bestu svensku deildini. Og síðani í summar hevur hon so spælt við Brøndby VK í bestu donsku deildini.

Noyðist at bíða
– Hetta hevur verið ein bæði gevandi og lærurík tíð uttanlands, har eg havi tikið meg nógv fram og fingið gott viðføri sum spælari. Men samstundis verður tað eisini stuttligt at koma heimaftur at spæla við TB, sum eg ikki havi spælt við í meiri enn tvey ár, sigur Sólvá, ið noyðist at bíða til síðst í hesum mánaðinum, áðrenn hon kann spæla fyrsta dystin í Eik-liguni.
– Eg spældi síðsta dystin við Brøndby VK tann 27. januar, so eg má bíða ein mánað, áðrenn eg sleppi at spæla ein dyst í Føroyum. At tað so verður ímóti SÍ í Sørvági, ger tað ikki verri, og eg gleði meg til at síggja allar spælararnar aftur, sum eg kenni so væl – eitt nú frá landsliðnum.
Í longri tíð stríddist Sólvá Dimon við ein skaða í økslini, sum gjørdi, at hon ikki fekk sligið ígjøgnum, men í staðin brúkti venjarin hana sum eitt slag av libero. Í síðstuni er hon tó komin fyri seg og hevur ikki longur fortreð av skaðanum.
– Tá eg havi spælt dyst og verið til venjing, havi eg brúkt ein akslahitara, ið hevur hjálpt væl. Eg havi onga pínu longur í økslini, men eri nokk so eym eftir dyst og venjing, tá armurin hevur verið brúktur, sigur tvørakvinnan, ið hevur fingið at vita frá Brøndby VK, at har vildu tey fegin sæð hana aftur sum spælara, tá hon eftir ætlan fer niður aftur í august mánaði.