Dagvaktin á eldrasambýlinum í Kollafirði er skorin niður í eina helvt. Ein dagvakt er nú einsamøll um einar níggju tungar brúkarar um vikuna umframt at skula aftur á sambýlið at arbeiða aftan á átta tímars heimarøkt. Uppgávan hjá heimarøktini í Kollafirði er at gera mat, keypa inn, rudda, vaska upp, gera reint, vaska klæðir og strúka, og tey hava nóg illa tíð til hetta, sigur Sølva Ford, ið arbeiðir sum heimsarøkt á sambýlinum í Kollafiriði.
Kala Durhuus fær heimarøkt frá sambýlinum. Hon hevur ein skaða í beininum, men sambýlið hevur ikki tíð og orku at geva henni meir enn einar tveir tímars reingerð um mánaðan. Sølva Ford fýlist á, at tað sendur so illa til.
Mary í Garði, stjóri á heimrøktini og serforsorgini í Nærverkinum, sigur, at heimatænastan hevur hugt eftir øllum heimatænastum, og heimarøktin í Kollafirði svarar til heimahjálpina aðrastaðni í landinum.
- Vit hava ikki fingið nakra negativa melding aðrastaðni frá, sigur Mary í Garði.
Kann tað vera rætt, at ein eldri kona í Kollafirði skal sita einsamøll við ringum beinum og ikki fáa meir enn reingerð tvær ferðir um mánaðan?
- Heimahjálpin í Kollafirði hoyrir til Streymoynna, har stórsti trupulleikurin liggur. Vit mangla fólk, og tað er ein trupulleiki at seta fólk í starvi, sigur stjórin, men skerir alíkavæl dagvakturnar á sambýlinum í Kollafirði niður í eina helvt.
Betri umstøður á Sandoynni
Hóast Mary í Garði sigur, at umstøðurnar í Kollafirði svara til umstøðurnar aðrastaðni, ljóðar hetta ikki so, tá Sosialurin ringir suður á eldrasambýlið í Skopun.
- Vit hava fá fólk at fara út til á Sandoynni. Tað er tí bara ein, ið fer út til heimahjálp. Viðhvørt hava vit ússaligar brúkarar, og tá eru vit útkoyrdar, men sum nú er, kann eg ikki klaga um umstøðurnar. Eg hevði tó ongantíð klárað at arbeitt í átta tímar út í eitt hvønn dag, sigur ein kvinna, ið arbeiðir sum heilsuhjálpari á Sandoynni.
- Eg arbeiði einar fimm tímar um dagin, og vit hava minimala reingerðin, og tá nýta vit ta tíðina, vit hava brúk fyri, at vera hjá brúkaranum. Eg havi millum tríggjar og fýra brúkarar um dagin, og tá eg eri úti og arbeiði, so eri eg bara úti, sigur ein heimahjálpari á sambýlinum í Skopun og greiðir eisini frá, at tey hava fólk, ið fara út eftir klokkan tvey at gera reint, tá heimahjálpin fær frí.
Eldrasambýlið í Kollafirði
Fýra fólk arbeiða í dagtímunum á sambýlinum, meðan ein arbeiðir úti á økinum. Áður vóru tvær økisvaktur, ið møttu klokkan átta og vórðu lidnar klokkan tvey. Sum nú er, er bara ein økisvakt, og hon hevur nú ein átta tímars arbeiðsdag og skal eisini aftur at hjálpa til á sambýlinum. Dagvaktin er eisini einsamøll um at gera reint hjá brúkarunum, hóast tey á sambýlinum í Skopun hava eyka fólk, ið eisini gera reint.
- Heimahjálpin hevur hvørki fólk ella orku at vaska, og tað alt ov vánaligt, at vaskifólk ikki verða sett eyka. Ein heimahjálp er ikki ein vaskikona – um mann ætlaði at vaska, so hevði mann søkt eitt vaskistarv, sigur Sølva Ford.
Fólk innan eldrarøkt tiga
- Trupulleikurin er, at eldraøkið koyrir líka illa, sum sjúkrahúsverið. Sjúkrahúsverkið verður blást upp í fjølmiðlunum, og tí vita øll, hvussu illa tað stendur, meðan fólk inn eldraøkið tiga, sigur Sølva Ford.
- Eingin torir at siga nakað, tí at tey eru bangin fyri at missa starvið, og í síðsta enda gongur alt út yvir tey gomlu. Tey hava goldið skatt alt lívið, og hetta fáa tey afturfyri, sigur heilsuhjálparin.
- Dagvaktin á sambýlinum í Kollafirði er so stressað, at hon verður noydd at skumpa uppgávurnar víðari til kvøldvaktina, ið noyðist tá at senda víðari til náttvaktinum. Tískil hevur eingin tíð at veruliga vera saman við teimum gomlu. Tey gomlu eru einsamøll, sigur Sølva Ford.
- Vit hava ov fá røktarheim. Sjúkrahúsverkið letur bara okkum sjúklingarnar, og vit hava ikki starvsfólk at nøgda hesum tørvinum. Vit eru eitt sambýli og ikki eitt røktarheim. Tað er mítt hjartasudd, at tey gomlu iki verða nøgdaði. Eg lati gjarna vaskiklæðini bíða fyri at sita saman við teimum og práta við tey.
- Eg hevði ikki viljað verið gomul í Føroyum í dag, endar Sølva Ford.
Kala Djurhuus, Kollafjørður. Kala fær heimahjálp frá sambýlinum í Kollafirði:
Eg havi ein skaða í beininum, so eg burdi fingið viðgerð, men tað er sjáldan komið fyri, at eg havi fingið tað frá heimahjálpini, og eg havi slett einki fingið frá nøkrum øðrum. Tær skulu bara skunda sær, siga tær. Áðrenn heimahjálpin varð niðurskorin, fekk eg reingerð einaferð um vikuna, nú fái eg viðhvørt bara tvær ferðir um mánaðan. Eg føli væl, at tær ikki hava nóg góða tíð og hava skund.
Dánjal Jákup Olsen, Kollafjørður. Dánjal Jákup Olsen og kona hansara, Selma Olsen, fáa heimahjálp frá sambýlinum í Kollafirði:
Vit hava tosað um tað, og vit halda tað vera ringt. Vit hava bara heimahjálp einaferð um vikuna, og tað er øðiliga keðiligt. Selma er sjúk í rygg og hjarta, og eg eri 81 ára gamal og havi havt tríggjar skurðviðgerðir. Vit skulu keypa inn, men vit sleppa ikki at ganga og koyra. Vit eru ógvuliga veik. Vit halda tað vera vánaligt, at vit ikki fáa meiri hjálp. Øðiliga vánaligt.