Sølvi tímir ikki meira

Tá hugurin at fara er størri enn hugurin at vera, er bara ein røtt avgerð, sigur Sølvi Reinert Hansen

Sølvi Reinert Hansen váttar fyri in.fo, at hann hevur sagt seg úr starvsnevndini hjá ÍSF. Orsøkin er, at hann tímir ikki meiri, sigur hann.

 

- Tað er eitt frítíðarítriv, sum alt annað, og eg tímdi ikki meiri. Tað er tað, sigur Sølvi Reinert Hansen.

 

- Um man ikki tímir tað meiri, so er frægast bara at gevast, sigur Sølvi Reinert Hansen, sum ásannar, at rumbulið seinastu tíðina um býtislykilin eisini spælir ein leiklut.

- Tað er stuttligari viðhvørt og minni stuttligt onkuntíð, og tá tað at fara frá virkar stuttligari enn at vera sitandi, so velur man tað. Tað er sum við øllum. Onkuntíð er meiri at gera, aðrar tíðir minni. Onkuntíð er tað stuttligt og konstruktivt, aðrar tíðir meiri afturlítandi og minni stuttligt. Nú havi eg vurderað, at tað er líka frægt, ikki at vera í, sigur Sølvi Reinert Hansen.

 

Hann sigur tó, at hetta ikki skal skiljast sum ein beinleiðis protest móti tí, sum er farið fram í ÍSF seinastu tíðina.

- Um 100 ár hevur hetta absolutt ongan týdning. Hetta rokið fyllir nógv hjá teimum, sum eru í tíð beint nú, men felagsskapurin koyrir víðari og ítrótturin koyrir víðari. Tað eru 15.000 limir og 120 ítróttarfeløg og tað koyrir alt víðari. So mugu tey, sum annars sita rundan um borðið finna út av, hvussu vit fara víðari, tí felagsskapurin fer víðari kortini. Um tey so øll vóru vekk, so komu nýggj fólk í teirra stað, sigur Sølvi Reinert Hansen.

 

Hann ásannar, at starvsnevndin nú hevur eina avbjóðing, við tað, at hon ikki er viðtøkufør longur.

- Aðalfundur skal vera í mai mánað, so nevndin skal bara fyrireika hann. Hon skal ikki taka nakrar stórar avgerðir, tað verður upp til nýggju nevndina, sigur Sølvi Reinert Hansen.