Sølvi: Tað koppar ofta til liðið sum hevur nógv uppá spæl (FM1)

(FM1) Hoyr landsliðsstríðsmannin, Sølva Vatnhamar seta orð á dystin Víkingur-B36 0-1

##med2##

- Tað var ein javnur dystur millum tvey javngóð lið, og dysturin kundi farið báðar vegir, men ofta koppa slíkir dystir til tað liðið, ið hevur meir uppá spæl. Orðini eigur miðvallarstríðsmaðurin hjá landsliðnum og hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar.

Sølvi er glaður fyri, at teir á liðnum hjá Víkingi megnaðu at manna seg upp til dystin móti B36, ið vann tepurt 1-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Sølva Vatnhamar. 

Sølvi slær fast, at sjálvt um Europa League møguleikan er rokin, so venja teir í Víkingi við góðum treysti.

Sølvi og Sjúrður náddu eisini at venda sigrinum Føroyar fingu móti Malta og komandi uppgávunum móti Noregi og Svøríki á útivølli. Sølvi undirstrikar, at sigurin ger, at tað verður munandi stuttligari til komandi landsliðssamling.

(Samrøða: Sølvi Vatnhamar, Víkingur)