Sámal er vestmenningur, sum hevur búð í Havn meginpartin størsta partin av sínum lívi. Hann er kanska best kendur sum dekksølumaður og sum virkin í føroysku ferðavinnuni.
Foreldrini hjá Sámali vóru: Súsanna Maria (vanliga nevnd Mia), f. Petersen, úr Vestmanna, og Frederik Bláhamar, ættaður úr Elduvík. Frederik Bláhamar var útbúgvin skipari og var løgtingamaður fyri Fólkaflokkin í Norðurstreymoyar valdømi frá 1945-58.
Sámal er yngstur av teimum fýra børnunum hjá Miu og Fríðriki Bláhamar, hini eru: Annfinn, Marin og Sigvør. Fyrstfødda systirin doyði sum lítil. Adolf Hansen av Toftum, sum seinni bleiv løgtingsmaður, vaks upp saman við teimum fýra systkjunum í Vestmanna. Hansina, mamma Adolf, var systir Frederik Bláhamar.
Sámal var ungur, tá hann byrjaði í ferðavinnuni. Hann sigldi við pápa sínum við ferðafólki Eystur undir land og á Fútaklett. Annars byrjaði Sámal sína karrieru við at læra til bilmekanikara á bilverkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen í Jónas Broncksgøtu frá 1963-1967.
Síðan fór hann til skips við trolaranum Kap Farvel undir Grønlandi, við nótabátinum Grími Kamban í Norðsjónum til sildafiskiskap og við trolbátinum Marian hjá Adolfi Hansen á landleiðini undir Føroyum. Eftir tað legðist upp á land og fekk sær tann størsta pylsuvognin í landinum á kajuni í Vestmanna og eina vøruautomat heima við hús. Sámal fór seinni til Danmarkar á handilsháskúla (Købmandshvile) og lærdi eisini at vulkanisera dekk hjá Lucassen & Søn í Odense.
Afturkomin setti hann dekkfyritøkuna Super Dekk Service á stovn á neystaloftinum hjá pápa sínum í Vestmanna í 1974. Eftir eina tíð flutti hann virksemi sítt til Havnar, fyrst við Velbastaðvegin og síðan læt hann ein nútímans dekkverkstað upp í Jekaragøtu við framkomnum tólum til avbalansering og 4-hjóls útmáting av bilum. Fyritøkan umboðaði Michelin dekk í Føroyum fyrstu árini. Í 1980 flutti Super Dekk Service niðan á Hoyvíksveg 66, har fyritøkan er enn í dag.
Frá at vera ein dekkfyritøka burturav, broyttist virksemið í 1983, tá Sámal gjørdi sáttmála við Tórshavnar Býráð um rakstur av tveimum býbussum. Í 1984 bleiv bussurin hjá kenda danska ferðavinnustjóranum Simon Spies keyptur, og harvið byrjaði ferðamannaskrivstovan Tora Tourist Traffic sítt virksemi, og fleiri ferðamannabussar blivu keyptir. Ferðaskrivstovan skipaði fyri nógvum vitjanum, bæði privatum og almennum. Hetta hevði nógva ferðing við sær, og nógv sambond blivu knýtt kring allan heimin. Millum annað var hann saman við konuni til morgunmat hjá amerikanska forsetanum Georg Bush (eldra) í 1990.
Í dag arbeiðir Sámal sum ferðaleiðari við egnari ferðaskrivstovu, samstundis sum hann og konan, Tórharda, umboða Eysturríksku ENJO fyritøkuna, ið framleiðir klútar sum vaska við køldum vatni uttan sápu. Sámal og Tórharda, f. Eidesgaard úr Havn, giftust 10. januar 1970. Tey eiga trý børn: Fríðrikur, Brynhild og Regin. Barnabørnini eru 10 í tali.
Saman við øðrum hevur Sámal síðani 1994 arbeitt við at greina ættarbondini til ein av manningini á hálendska skipinum Westerbeek, sum í 1742 rendi á land vestan til á Suðuroynni. Maðurin var Berint Scouten, og Sámal er ein eftirkomari hjá honum í móðurætt. Í hesum sambandi kemur væntandi ein bók út í heyst um Wetersbeek, sum Mathias Lassen í Vági skrivar. Um innihaldið í bókini verður greitt frá undir 60 ára føðingardegnum hjá Sámali sum verður hildin í Kelduni í Skálafirði leygardagin 15. mars.
Røturnar hjá Sámali Bláhamar í faðirætt røkka aftur í Ølvustovu í Funningi. Har varð Jóhannes Poulsen (Jóhannes tann Vísi) borin í heim hin 15. september í 1776. Freydis Poulsen fer at greiða frá hesum partinum av ættarsøguni. Martin Joensen, bygdarmaður hjá Sámali, fer at undirhalda við sangi. Hávardur Jensen, úr Kvívík, fer at syngja sálmar. Hans Pauli Højgaard fer at framføra tónleik. Sámal hevur í mong ár starvast í ferðavinnuni, og hann fer at siga frá og vísa myndir frá ferðavinnutíðini. Eisini verða brot víst úr sjónvarpssendingini sum Sámal, saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen gjørdu um Union Jack, har pápi Sámal var ein av manningini, sum týski kavbáturin U31 søkti undir krígnum.
Føðingardagsbarnið vónar, at øll sum hava ættarbond, annaðhvørt frá Berint Schoute ella Jóhannesi Vísa, fara at støkka inn á gólvið í Kelduni. Somuleiðis vónar hann at vinir og kenningar koma at heilsa honum hendan dagin. Føðingardagurin verður leygardagin frá kl. 14-18.