Sámal Tróndur settur sum Landsskjalavørður

Mentamálaráðið hevur sett Sámal Trónd Finnsson Johansen í starvið sum landsskjalavørður. Hann var landsskjalavørður frá 2003-08. Síðani 1. jaunar hevur hann verið virkandi landsskjalavørður Sámal Tróndur Finnsson Johansen er 42 ára gamal og útbúgvin cand. scient. soc. við sergrein í søgu og geografi frá Roskilde Universitetscenter. Síðst í nítiárunum var hann granskari á verkætlanini ?Føroyar í kalda krígnum?.

Sámal Tróndur Finnsson Johansen er limur í ritstjórnini fyri Frøði og limur í stýrisbólkinum fyri ?Circum Polar Arctic Social Science PhD Course?, sum er samstarv millum universitet og aðrar granskingarstovnar í Ruslandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Kanada, USA og Føroyum. Í 2004-2005 var hann leiðari av útnorðurverkætlanini ?FIHA-Vestnorden?, eitt samstarv millum skjalasøvnini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, sum hevði til endamáls at seta í verk eina felags strategi fyri varðveiting av vinnulívssøvnum í Útnorði.

Hann byrjaði á Landsskjalasavninum sum frítíðaravloysari í 1990 og starvaðist sum savnsvørður á Landsskjalasavninum í tíðarskeiðnum 1999-2002. Frá 2003-2008 var hann settur í áramálssett starv sum landsskjalavørður, og síðan 1. januar 2008 hevur hann verið virkandi landsskjalavørður. Sámal Tróndur Finnsson Johansen tekur við starvinum beinanvegin.