Bilurin er í mínum hugaheimi ikki nógv meira enn eitt flutningstól. Sjálvandi er tað hugaligt, um tú hevur ein nýggjan og flottan bil. Men eg haldi samstundis, at tá tú hevur mist somikið nógv, sum vit hava, so sært tú tingini øðrvísi. Tað er jú bara ein lutur. Startar bilurin hvønn morgun, so eri eg nøgdur.