Leikaraummæli
Johan Danielsen
Orsakað av avrikinum hjá Jens Skipagøta, noyddist strandamálverjin leygardagin finna seg í at sita á beinkinum leygardagin, tí rúmd eisini skuldi vera fyri, at Bárður Nielsen slapp at royna síni evni. Royndi seg tó eina løtu í dystinum sunnudagin, tó uttan at hetta á nakran hátt kann verða grundarlag undir nakrari veruligari døming av avriki hansara.
Jens Skipagøta
Eftir kanóndystirnar móti Sveis, var tað ikki annað enn náttúrligt, at Jens byrjaði inni í fyrra dystinum móti Litavum. Hevði tó sera torført við at seta seg veruliga ígjøgnum í hesum dysti, men tað skal ikki bert liggja honum til last. Í nógvum førum var hann nevnliga seldur av verjuni, og kundi tí lítið og einki gera við nógvu málini frá mótstøðumonnunum.
Bárður Nielsen
Eftir at hann bert fekk eina lítla løtu móti rumenum, fyri síðani at síggja dystirnar móti Sveis frá áskoðaraplássunum, varð Báður innlimaður til hópin móti litavum. Ikki kann sigast annað enn, at Bárður loftaði hesum møguleika við báðum hondum, tá hann varð settur á vøllin í dystinum leygardagin. Tað korterið, sum hann var á vøllinum, eydnaðist honum nærum at steingja málið fyri gestunum, og var hann tí ein sera týðandi orsøk til, at føroyska tapið varð avmarkað. Afturlítandi kann eisini sigast, at tað var eitt sindur spell, at hann ikki fekk møguleikan fyrr í dystinum, tí tá hann slapp framat, var Jens at kalla skotin niður av mótstøðuni.
Halgir Dahl Olesen
Fekk hampuliga nógv av spælitíð í báðum dystunum, men megnaði tó ikki rættiliga at sannføra um, at hann framyvir eigur at vera sjálvskrivaður millum teir fremstu á landsliðnum. Stóð seg væl í verjupartinum, har stríðsvilji hansara rættiliga kom til sín rætt, men ofta vóru avgerðir hansara í álopspartinum ikki nóg væl umhugsaðar. Avrikið var tó á einum slíkum støði, at hann eisini framyvir fer at teljast millum føstu menninar í hópinum kring landsliðið.
Janus Einar Sørensen
Eftir at hann legði út við nøkrum kanóndystin í landsliðsbúnanum, tóktust seinastu avrik hansara at vera eitt sindur merkt av møði. Tað skal tó eisini leggjast afturat, at sterki strikuspælarin hjá litavum so avgjørt ikki var ein lættur mótstøðumaður at dansa við, og til tíðir fekk Janus Einar eisini eina rættiliga harða viðferð frá mótstøðuni. Hóast hann sostatt ikki fekk loyvi til at spæla upp til sítt besta hesaferð, so hevur eingin annar tikið yvir á plásisnum, so Janus Einar verður helst eisini framyvir fremsta evnið til strikuplássið.
Sámal Joensen
Var í leygardagsdystinum uttan iva besti føroyski leikarin. Serliga var hann stinnur í verjupartinum, har hann dugdi at binda saman, umframt at blokkarnir sótu væl. Í seinna hálvleiki sóust brádliga eisini tær skotroyndirnar, sum vit kanska hava saknað frá honum í undanfarnu dystunum, og at hesar sótu í meskunum økti bara um sjálvsálitið og spæligleðina. Byrjaði eisini væl í seinna dystinum, men fekk ein snudd í hondina í fyrra hálvleiki, og tí gjørdist leiklutur hansara heldur avmarkaður sunnudagin.
Hans Áki Dal Christiansen
Umframt at hann enn einaferð sýndi styrki á vongplássinum, prógvaði Hans Áki hesa ferð, at hann er eitt sera væl brúkiligt alternativ til strikuplássið, tá liðfelagin í Kyndli skal hava hvíld. Hetta varð eisini roynt í hinum dystunum, men ikki so væl eydnað sum hesa ferð. Vónandi koma tó eisini aðrir strikuspælarar inn í hópin, tí tað er fyrst og fremst á vongplássinum, at vit vilja síggja Hans Áka sýna kynstur síni.
Áki Olsen
Vandamikli vestmenningurin sýndi enn einaferð, at tað neyvar er nakar leikari í landinum, sum er betri í álopspartinum. Royndi alla tíðina at hótta mótstøðumálið, og hetta gav eisini betri rúmd til viðleikararnar, sum á tann hátt fingu møguleika til fleiri skotroyndir. Tóktist eitt sindur eymur í fótliðnum í seinna dystinum, og varð tá fyri tað mesta spardur í verjupartinum.
Marius Joensen
Kom rættiliga skjótt á vøllin í fyrra dystinum, tá Johnny Joensen varð skaddur. Skuldi sostatt royna seg á »problem-plássinum« á høgra veingi, og hetta gekk hóast alt á eini leið. Var sera drúgvur í verjupartinum, har hann við kvikleika og ágrýtni fekk fatur á nógvum, men í álopspartinum gekk minni væl. Hetta serliga tí hann ikki er lámur, og tískil ikki í nóg stóran mun fekk hótt mótstøðuverjuna. Kundi kanska verið nakað frekari, soleiðis sum vit síggja hann í heimligu kappingini, men hetta er ivaleyst nakað, sum kemur í takt við vaksandi royndirnar.
Agnar Joensen
Slapp at royna seg nakað í teimum báðum dystunum um vikuskiftið, men onkursvegna tykist hann heldur afturhaldandi á vøllinum. Framdi sum so ikki nøkur mistøk á vøllinum, men komst hetta eisini av, at hann ofta er í so smæðin til at royna nakað. Hevur tískil ikki megnað at sligið sítt navn fast á liðnum, men er hinvegin heldur ikki dumpaður.
Bjarni Wardum
Eftir at hann í fyrsta landsdystinum kom við upp á avboð, hevur Bjarni í størri og størri mun syrgt fyri, at ein komandi landsliðsvenjari neyvan sleppur uttan um navn hansara, tá liðið skal setast. Slapp í seinasta dystinum í nógv størri mun at hava ynskisleiklutin á miðjuni, og kom hann eisini væl frá hesari uppgávu. Hevur dirvið og førleikan til at skapa nakað í dystunum, og syrgir tí eisini fyri einum parti av undirhaldinum. Onkun tíð kunnu avgerðirnar tó ikki tykjast nóg umhugsnar, men við vaksandi royndum fer hetta uttan iva at batna.
Ingi Olsen
Føroyski liðskiparin tóktist í seinastu dystunum at vera heldur slitin, og megnaði tí ikki at seta sama dám á spælið, sum hann gjørdi í serliga teimum fyrstu dystunum. Tað er tó einki ivamál um, at hann er náttúrligi leiðarin á føroyska liðnum. Royndirnar gera, at hann so at siga altíð megnar at halda høvdið kalt, og harumframt hevur hann eisini eyðsýnda eginleikan av at veksa við uppgávuni. Ein leikari, sum landsliðið als ikki kann vera fyri uttan.
Johnny Joensen
Byrjaði leygardagin á veinginum, men varð tíðliga hjálptur av vøllinum eftir samanstoyt við mótleikara. Verður tí uttan fyri meting hesaferð.