Súmbolskt rætt at taka tinghúsið niður

- Verandi tinghús eru vøkur, men spurningurin er, um tað eigur at verða varðveitt. Føroyingar eru farnir at hugsa øðrvísi nú og tí er rætt at síggja burtur frá verandi tinghúsum, sum umboða eina tíð, har vit ikki hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum, sigur Bárður Jákupsson.

Ikki fyrr enn nú, arkitektakappingin um eitt nýtt tinghús er av, verður ein greiður yvir, hvat tað vil siga, at vit skulu hava eini nýggj tinghús. Hesa somu kensluna hevur leiðarin í Listasavni Føroya, Bárður Jákupsson.

- Tað er ikki ein løtt uppgáva at byggja eini nýggj tinghús við Telefonhúsinum og umhvørvinum sum tað er. At fáa eina heild burtur úr tí er næstan ómøguligt. Onkur av uppskotsstillarunum roynir tað við einum rundum millumbygningi. Men eftir at hava sæð uppskotini skilji eg væl, at tey flestu hava valt at taka gomlu tinghúsini burtur, tí tað er ein spurningur um tað er nakað at varðveita. Tinghúsini eru vøkur, men tey umboða eina tíð, sum vit royna at leggja afturum okkum nú. Eina tíð, har vit ikki hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum. Har hugsi eg um politisku støðuna, sum tinghúsini eru eitt umboð fyri. Føroyingar eru farnir at hugsa øðrvísi nú og tí er tað súmbolskt rætt at síggja burtur frá verandi tinghúsum, sigur Bárður Jákupsson, leiðari í Listasavni Føroya og listamaður.


Flyta tinghúsið

Bárður Jákupsson heldur, at nógv áhugavert er at finna í nógvum av uppskotunum, ið komu inn í kappingini.

- Eitt er at velja teir tríggjar vinnararnar, men hugskot eru eisini at finna burtur úr hinum, ið komu inn. Onnur uppskot hava arbeitt nógv við sjálvum økinum. Tað er ógvuliga týdningarmikið, hvat fer at henda við øllum økinum framvið tinghúsinum. Okkurt uppskot tekur alt økið fram við býráðnum við og okkurt annað hevur skotið upp, at parkeringsøkið har verður torg. Eitt hugskot kundi kanska verið at flutt núverandi tinghús á økið har sølubúðirnar framvið parkeringsøkinum eru. Á tann hátt kundu húsini verðið varðveidd og framvegis verið partur av býarmyndini, sigur Bárður Jákupsson.

Um tað er so umráðandi at hava tinghúsini verandi í miðbýnum, sigur Bárður Jákupsson, at tað besta hevði verið, um tinghúsið var í Tinganesi.

- Hinvegin so leggi eg stóran týdning í sjálvan tinghúsvøllin. Býurin savnast á staðnum har, til dømis á ólavsøku, tá ið skrúðgongan kemur úr kirkjuni í tinghúsið, og hesum eiga vit ikki at sleppa. Onkur hevur skotið upp at byggja eitt nýtt tinghús á Skálatrøð og tað haldi eg er heilt burturvið. Tann avgerðin, at Tinghúsið skal vera mitt í býnum er røtt. Tað er ikki heilt vist, at tað ber til at varðveita tinghúsvøllin, men tað hevði avgjørt verið tað besta. Fyrsta virðislønin varðveitir vøllin.

- Eg skilji væl, at uppskotið hjá Heidi Poulsen og Karl Jákup Danielsen vann. Uppskotið ber til at seta í verk og virkar ikki so vitleysa dýrt. Men vit eiga ikki at leypa framav, men heldur at hugsa okkum væl um, tí her eru ymisk hugskot, sum koma frá hinum tekningunum eisini. Í øllum førum, tá ið tað snýr seg um plássið rundan um.

- Tað eru so nógv viðurskifti, ið vit eiga at hugsa um, Havnará til dømis, sum kanska verður latin upp aftur. Hvussu ferðslan kann fáast at virka, tá ið tinghúsvegurin verður steinlagdur, hevur eisini týdning. Tað er ógvuliga áhugavert at fáa urtagarðarnar við tinghúsvegin uppí heildina og kanska fáa lagt aðrar urtagarðar afturat og planta meir. Um nøkur ár eru trøini framman fyri Gamla Bókhandilin burtur av elli, og tí verður ógvuliga bert har.

Um tað var rætt at avmarka kappingina til føroyskar arkitektar, sigur Bárður Jákupsson.

- Føroyingar verða bodnir við at taka lut í slíkum kappingum í øðrum londum. Kanska hevði tað verið rætt at latið onnur sloppið við, men so hevði tað verið ógvuliga umfatandi.