Viðurkenning
Hóskvøldið var samkoma í Norðurlandahúsinum, har Føroya Fróðskaparfelag handaði Ingrið Sondum sømdargávu úr Grunni Kristians á Brekkumørk.
Føroya Fróðskaparfelag sigur í grundgevingini fyri at geva Ingrið Sondum sømdargávuna, sum er 15.000,- krónur, millum annað, at sum lærari og skúlabókavørður hevur Ingrið Sondum tíðliga ásannað, at skal lív vera lagað føroyskum máli, er alneyðugt við barnabókum, ungdóms- og skúlabókum á føroyskum.
Tað var ikki sjálvsagt fyri bara 25 árum síðan, sigur Føroya Fróðskaparfelag. Tá vóru tað bara einstakar eldsálir, sum eftir lokið dagsverk fingust við at skipa fyri tílíkari bókaútgávu. Ingrið var ein teirra, sum talaði fyri at seta pening av og yrkisforløg á stovn til hetta endamál.
Hetta arbeiði hennara hevur borið frukt, vísir Fróðskaparfelagið á í grundgving síni og nevnir her Bókadeild Føroya Lærarfelags, ið ikki minst er prógv um, at so er. Deildin varð umskipað til yrkisforlag í 1985, og Ingrið Sondum varð sett í leiðarastarv.
Í hesum stavi hevur hon havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska barnabókaútgávu. Sum íbirtari og slóðbrótari hevur hon sett sær høg mál og stríðst fyri teimum, til tey eru rokkin.
Føroyskar barnabøkur vóru fáar, tá Ingrið tók við, men hon setti sær sum mál, at føroyskar bøkur skuldu vera nátúrligt fyrstaval, tá føroysk børn skuldu hava bøkur.
Tá hon legði frá sær í 1995, kundi ásannast, at mál hennara var rokkið, og at Bókadeildin nú regluliga gevur út dygdargóðar bøkur til børn og ung.
?Hetta, sum fyri bara 20 árum síðan var ynskidreymur, er nú veruleiki, sigur Føroya Fróðskaparfelag í grundgeving síni.
So hvørt eitt mál var rokkið, fór hon eftir tí næsta. Fyrst var tað Barnabókaklubbin, sum varð stovnaður, so til bar at røkka børnum um alt landið. Síðan var bókaklubbin UNG settur á stovn. Og tá alt hetta var komið í trygga legu, var farið undir onnur stórverk sum til dømis Føroya fyrstu alfrøði, sum Bókadeildin gav út saman við Føroya Skúlabókagrunni.
Eisini í hesum førinum var Ingrið Sondum tann, ið trúði uppá, at tað bar til, og fekk framt ætlanina, sigur Føroya Fróðskaparfelag í grundgeving síni fyri at lata Ingrið Sondum sømdargávuna úr Grunni Kristians á Brekkumørk.
Stovnsfæið í grunninum er OSSIAN-heiðurslønin, sum FVS-stovnurin í Hamburg lat Christiani Matras og Føroya Fróðskaparfelag í 1981. Eftir uppskoti hansara, ið grunnurin ber navn eftir, (t.e. Chr. Matras, blðm.) hevur grunnurin til endamáls at styðja virki einstaklinga føroyskum máli at frama.