Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
20 føroyingar hava ongan fastan bústað. Tey búgva á tilvildarligum støðum. Bráðfeingis á Sjómansheiminum eftir ávísing frá Almannastovuni, á herberginum ella á gøtuni. Tað eru ongi heildagstilboð til teirra, men tvey støð eru, har tey kunnu halda til gjøgnum dagin. Tað er kaffistovan hjá Blákrossi og herbergið, tá hesi bæði hava opið. Í dag er tað ein sannroynd, at tey heimleysu fýra tímar hvønn tann einasta dag í árinum ikki hava nakað fast tilhaldsstað, har tey kunnu vera. Hetta skal tó broytast nú, sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum, sum tekur undir við tilmælunum í álitinum um heimleys. Ársins fyrsta dag segði hann við Portalin, at hann fer at leggja eitt uppskot um kor teirra heimleysu fyri tingið í vár.
Málið er, at Løgtingið tekur undir við, at tilmælini í álitinum skulu setast í verk frá 1.januar 2007, sigur landsstýrismaðurin.
Liva ikki upp til treytirnar
Umframt kaffistovuna og herbergið hava Blái Krossur og Frelsunar Herurin íalt fýra búfelagsskapir, har heimleys búgva í egnum kamari. Treytin fyri at kunna búgva í einum tílíkum búfelagsskapi er, at persónurin er edrúur. Tað er ein trupulleiki, tí sambært álitinum um tey heimleysu, eru allir heimleysir føroyingar í dag misnýtarar. Misnýtarar, sum hava serstakliga vánalig útlit fyri at koma burtur úr misnýtsluni. Hetta merkir sostatt, at tey ikki megna at liva upp til treytirnar fyri plássi í búfelagsskapinum hjá Frelsunar Herinum og Bláa Krossi. Tí búgva tey á tilvildarligum støðum.
Í byrjanini hevði eg tann hugburðin, at sjálvgjørt er vælgjørt, men so hvørt sum tíðin gekk, og eg kom at kenna menniskjað aftan fyri misnýtaran, gjørdist tað greitt fyri mær, at her er talan um stórar trupulleikar, sum hesi menniskjuni ongantíð hava fingið hjálp til at loysa, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari á herberginum, sum sær tey heimleysu hvønn dag og veit, hvussu tey liva.
Í álitinum um tey heimleysu í Føroym verður mett, at herbergið hjá Frelsunar Herinum hevur pláss fyri fýra sovandi fólkum. Veruliga talið er í miðal átta hvørja nátt. Tað vil siga, at har sova tvífalt so mong, sum tað er pláss fyri.
Fleiri av teimum, ið sova á herberginum eru so mikið illa fyri, at framtíðarútlitini fyri teimum eru stak vánalig. Mett verður, at tey ongantíð verða før fyri at røkja eitt starv ella liva eitt vanligt lív orsakað av teirra misnýtslu.
Tey eru menniskju og skulu liva, og tað skal vera undir sømuligum umstøðum. Hetta er ósømiligt, staðfestir Niels Edvard Olsen.
Gáttin er ov høg
Blái Krossur hevur tríggjar búfelagsskapir til heimleys, har gáttin er høg. Tað vil siga, at treytin fyri at búgva har, er, at viðkomandi er edrúur. Einasta tilboðið til heimleys frá Bláa Krossi við lágari gátt er kaffistovan í miðbýnum í Havn. Har sleppa tey inn eisini um tey eru ávirkað.
Tað finnast tilboð til heimleys í Føroyum í dag, men tey eru tíverri so illa fyri, at tey ikki eru før fyri at taka ímóti hesum tilboðunum. Tí hava vit tørv á einum bústaði til teirra við hjálparfólkum, har gáttin ikki er høg, sigur leiðarin á Bláa Krossi, Olga Magnussen. Hon var í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi álitið á sinni.
Hon greiðir frá, at arbeiðsbólkurin fór í holt við álitið, tí talan var um ein bráðfeingis trupulleika, sum skuldi loysast beinanvegin. Hetta var í 2004. Men arbeiðið við álitinum dró út, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fekk tað ikki fyrr enn á sumri í fjør. Olga Magnussen fegnast tó um, at Hans Pauli Strøm nú hevur sagt, at tey heimleysu koma fyri í tingið í ár.
Tá vit fóru í holt við álitið, var tað orsakað av bráðfeingis tørvinum. Hesin tørvurin kann ikki blíva við bara at vera bráðfeingis, so eg trúgvi uppá, at hetta verður til nakað, sigur hon.
Grátt øki
Sambært álitinum er talið á heimleysum umleið 20, men tað er ómetaliga torført at finna nágreinilig hagtøl yvir støðuna í Føroyum. Hetta tí fleiri heimleys eru í einum sokallaðum gráum øki, har tey fáa hjálp frá familjuni. Tað er ikki óvanligt, at systkin, sum arva hús frá foreldrunum, lata tann heimleysa fáa húsið. Harvið hava tey syrgt fyri, at viðkomandi hevur tak yvir høvdið.
Eg stuðli familjunum, sum gera slíkt. Tey mugu jú hugsa um seg og síni, og tað kann vera ómetaliga torført at hava ein persón við so víttfevnandi sosialum trupulleikum búgvandi, sigur Olga Magnussen.
Hon heldur fram, at onnur heimleys leggjast ofta aftur at í hesum húsum. Harvið er trupulleikin ikki loystur, tey síggjast bara ikki aftur í hagtølunum yvir heimleys.
Hesi húsini ella sokallaðu reiðrini ymsastaðni í Havnini kennir leiðarin á herberginum væl.
Onkur av teimum, sum støkka inn á gólvið her at yvirnátta av og á, búgva í veruleikanum hjá einum vini, ið hevur arvað eini hús, sigur Niels Edvard Olsen.
Samfelagið má tillaga seg
Inni á søgu og samfelagsligu deildini á Fróðskaparsetur Føroya situr Firouz Gaini, mannfrøðingur. Hann hevur skrivað nógv um outsidararnar í einum samfelagi og arbeiðir á setrinum.
Hóast heimleys í Føroyum eru fá í tali, er tað ein trupulleiki, sum kann økjast, um onki verður gjørt, metir Firouz Gaini.
Hann heldur fram, at heimleys eru eitt tekin um nakrar sosialar trupulleikar, Føroyar sum eitt nýmótans samfelag hevur at dragast við.
Tað finnast aðrir sosialir trupulleikar í Føroyum við til dømis teimum eldru, arbeiðsleys og so framvegis. Tey heimleysu eru ein partur av sosialu trupulleikunum, og tískil eigur eitt ella annað sosialt apparat at vera í Føroyum, sum kann hjálpa hesum menniskjum. Tað kundi verið ráðgeving og sosial hjálp, heldur mannfrøðingurin fyri.
Firouz Gaini metir ikki, at tað verður raðfest nóg ovarlaga í Føroyum at hava tak yvir høvdið. Tá tey heimleysu eru so fá í tali, kann tað tykjast púra óneyðugt, at hesin trupulleikin er til í Føroyum.
Tað hevur tó nakað við føroysku mentanina at gera, heldur hann. Føroyingurin hevur altíð verið so familjukærur, og familjuvirðið er høgt í metum.
Ofta viðgongur ein føroyingur ikki, at ein trupulleiki finst, fyrr enn hann merkir hann á egnum kroppi. Tað kann eisini verða ein trupulleiki, um fólk halda, at bara tí Føroyar eru eitt lítið samfelag, verða hesir trupulleikar loystir av sær sjálvum, tí familjan hjá tí heimleysa traðkar til, sigur Firouz Gaini.
Í grannalondum okkara hevur samfelagið tillagað seg soleiðis, at tað hevur yvirtikið summar av uppgávunum hjá familjuni.
Hartil eru Føroyar ikki komnar enn.....tí vit trúgva upp á familjuna. Dettur tú so niður ímillum í Føroyum, hevur tú onki. Tí gingið verður næstan bara útfrá, at fólk hava eitt netverk í Føroyum, so á tann hátt eru heimleys í Føroyum enn meiri avbyrgd enn í grannalondum okkara, heldur Firouz Gaini, sum heldur álitið um heimleys vera eina gongda leið.
Framstig eru sanniliga at síggja á økinum. Bara tað, at vit fáa eitt kjak á landsins hægsta stiði um tey heimleysu, gevur teimum eina tilveru, tí so longi tey eru tabu, eru tey ikki til. Tað hevur gingið nakað seint og seigt, men tað er tí fólk eru ivingarsom, tá nakað skal gerast fyri outsidarar í einum samfelagi, sigur Firouz Gaini, mannfrøðingur á søgu og samfelagsligudeildini á Fróðskaparsetrinum.
Álitið um heimleys mælir til:
at tey, ið eru ringast fyri fáa tilboð um longrivarandi bústaðir við avmarkaðum krøvum og treytum til búfólkini
at tilboð um eitt minni tal av fyribils bústaðum kunnu útvegast til bókin av heimleysum, sum hava brúk fyri resosialiserandi stuðli eina fyribils tíð
at tilboð um persónligar samrøður, virknisskapandi tilboð, búvenjing og onnur sosialt og persónliga mennandi tilboð kunnu setast í verk
at bøtast kann um náttarbýlisumstøðurnar
at samstarvið millum tað almenna og teir sjálvbodnu sosialu felagsskapirnar verður økt og skipað
at tað verður ábyrgdin hjá kommununum at virka fyri, at tey heimleysu fáa ein bústað og aðra neyðuga hjálp, sum teimum tørvar út um ta hjálp, sum tað almenna framman undan veitir sambært sosialu lógunum.
At játtaðar verða 3,6 mió. krónur at seta gongd á hjálpina. Landið játtar tveir triðingar og kommunan ein triðing.
Kelda: Álitið um heimleys
Hvørji eru tey heimleysu?
Trupulleikin hjá teim heimleysu er, at tey ikki klára at útvega ella varðveita ein bústað, ella ikki klára at búgva í egnum bústaði orsakað av verandi ella (longri)varandi umfatandi sosialum og persónligum trupulleikum. Herundir serliga trupulleikar av rúsmisnýtslu
Heimloysi fevnir sostatt ikki um persónar, sum eru í bráfeingis bústaðarneyð orsakað av ov lítlum útboði av bústøðum, ella persónar, sum vanta bústað, sum tey eru før fyri at gjalda.
Umleið 20 hava ongan fastan bústað í Føroyum
Heimleys eru allastaðni frá í landinum, men eru øll savnað í Tórshavn
Kelda: Álitið um heimleys