Símun bíðar framvegis eftir sigrinum

Fyrsta royndin hjá NSÍ við nýggjum venjarum verður á Argjum eftir døgurða ídag

Klokkan 13 verður fyrsta bríksl á Argjum, har AB fær vitjan av NSÍ.

Síðstu vikurnar hevur ljóðað í umhvørvinum kring NSÍ, at tað var sannlíkt, at Glenn Ståhl ikki fór at vera venjari í 2021. Týskvøldið varð boðað frá, at Glenn Ståhl var sagdur úr starvi, og í dag vera tað Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum fara at hava ábyrgdina av NSÍ liðnum á Argjum.

Fyrr í ár vóru teir báðir hjálparvenjarar hjá Glenn Ståhl, men teir hava ikki verið á beinkinum síðani NSÍ 27. august tapti 6-0 í Aberdeen í Europa League.

Setningurin hjá NSÍ er at vinna silvurkrónurnar og pláss í Europa. Tað eru tveir mátar at røkka setninginum. Hin mátin er sigur í steypafinaluni, sum verður fyrst í desember.

Pílarnir peika rætta vegin hjá NSÍ, sum hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar við málmuninum 14 – 5.

Stutt undan kappingarbyrjan tóku Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen við sum venjarar hjá AB. Síðani hevur AB spælt 21 landskappingardystir, og tað verður framvegis bíðað eftir fyrsta sigrinum. AB hevur sjey stig, sum eru vunnin í sjey javnleikum. Einasti sigurin hjá AB og nýggju venjarunum varð vunnin í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, tá ið AB 8. juli vann 4 – 1 ímóti Undrið.

12. juni vann NSÍ stevnudystin við Løkina 3 – 0 ímóti AB. Tað var hópin meiri tepurt, tá ið NSÍ 28. juni var gestur á Argjum. Ta ferðina vann NSÍ 3 – 2. Klæmint A. Olsen skoraði sigursmálið tríggjar minuttir undan leikloki.

AB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 13.00.