Fótbóltur
Hóast farna árið ikki var tað besta hjá fótbóltsfelagnum í Keflavík, sum endaði á sjeynda plássi í landskappingini og náddi hálvfinalurnar í steypakappingini, gjørdi tað ikki mun hjá Símuni Samuelsen, sum kortini fekk víst, hvør dugur er í honum.
Millum jóla og nýggjárs heiðraðu tey á Reykjanesleiðini (og ikki Reykjavíkarleiðini, sum fyrr er sagt og skrivað, blðm.) síni bestu ítróttarfólk. Valt var millum tey gott og væl 2.000 íðkandi í Keflavík, Sandgerði, Njarðvík og Garði – og tey kundu í øllum førum erpa sær av, at tíggjundahvørt av hesum ítróttarfólkunum var íslendskur meistari!
So mikið flottari má avrikið hjá Símuni sigast at vera, tí tá avtornaði, var hann kosin besti fótbóltsspælari, umframt at hann kom á triðja plássi, tá besta ítróttarfólk skuldi veljast. Somuleiðis var hann enn eina ferð mintur á, at hann hevði skotið ársins mál hjá Keflavík.
– Hetta var bara fínasta slag. Eg eri ongantíð fyrr kosin ársins spælari upp á henda mátan, so hetta er eitt gott herðaklapp at fáa, sigur vágbingurin.
Fekk fleiri steyp
Nú hann kom aftur til Íslands fríggjadagin, stóðu ikki færri enn seks steyp og bíðaðu eftir honum, tí íslendingar gera nógv burturúr, tá teirra bestu skulu heiðrast.
– Fyri at gerast ársins spælari fekk eg bæði ognarsteyp og ferðasteyp, har nøvnini á teimum undanfarnu valdu vóru inngraverað. Harumframt fekk eg steyp fyri at gerast triðbesta ítróttarfólk, steyp fyri ársins mál og so alt møguligt annað, so tað blivu seks steyp tilsamans, sigur Símun, ið greiðir soleiðis frá máli sínum, ið var kosið tað besta.
– Ja, tað málið skoraði eg ímóti Fjölnir. Eg fekk bóltin nokk so langt út, trekti eitt sindur inn og smekkaði til, og so sat bólturin heilt uppi í tríkantinum. Hetta er triðju árið, at eg havi skorað besta málið, og um eg ikki fari skeivur, er tað enntá triðja árið á rað.
Símun Samuelsen viðgongur, at tað kanska ikki er so løgið, at hann var í uppskoti og so eisini vann heiðurin at gerast ársins spælari á Reykjanesleiðini, tí hetta misjavna árið hjá Keflavík heldur hann, at tað bara hava verið hann og ein annar, sum hava presterað á liðnum. Tann spælarin er høgri bakkurin, Guðjón Árni Antoníusson, sum forrestin gjørdi sjálvmál, tá Føroyar vunnu á Íslandi í mars mánaði í fjør.
Einsamallur eftir
Sjálvur hevur Símun havt ein langan steðg heima í Føroyum, tí hann kom heim í heyst, tá Føroyar spældu seinastu dystirnar í HM-undankappingini og hevur verið heima síðani. Sostatt hevur hann vant sjálvur og fyrireikað seg eftir besta førimuni til enn eitt kappingarár í íslendskum fótbólti, ið tó verður eitt sindur øðrvísi, enn tað plagar.
– Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við Keflavík, men hetta komandi árið skal eg vera einsamallur her yviri, tí genta mín er farin heim til Føroya at gera seg lidna við útbúgving. So nú skal eg royna meg her, uttan at hon og sonurin eru saman við mær her, sigur Símun, ið av tí sama væntar, at hann heldur oftari fer at gera smáar túrar heim til Føroya.
– Tað verður eitt sindur óinteressant at ganga einsamallur her yvir, men tað má eg bara taka við. Eg skal bara fokusera upp á fótbóltin, og eg haldi, at tað sær nøkulunda út hjá okkum. Vit hava mist tveir spælarar og fingið tríggjar nýggjar. Venjarin hjá okkum, Kristján Guðmundsson, er nú venjari hjá HB, men í hansara stað er komin Willum Þór Þórsson, sum gjørdi Val til íslendskan meistara í 2007.