Símun Petur er sonur Alisu og Torbjørn Hjelm. Hon var ættað úr Hattarvík, og hann var úr Vági. Torbjørn doyði í 1994 og Alisa í 2000. Símun Petur og tey eru fýra systkin: Sólrun býr í Keypmannahavn, Símun Petur í Klaksvík, Elin í Havnini og Elsebeth í Dalby nærindis Haslev á Sjællandi.
Símun Petur tók studentsprógv í Hoydølum í 1974. Hann var eitt skifti vikarur í skúlanum í Klaksvík, og í 1981 leyk hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Síðani tá hevur hann starvast í Skúlanum við Ósánna. Frá 1990 og inntil 1996 var hann settur skúlastjóri, og síðani 1996 hevur hann verið skúlastjóri.
Í styttri og longri tíðarskeið hevur Símun Petur loyst av í Klaksvíkar býráði, har hann hevur umboðað Javnaðarflokkin. Hann var limur í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús 1992-1996, og 1986-1990 var hann í nevndini fyri Føroya Lærarafelag. 1989-1990 var hann næstformaður.
Símun Petur er sum flestu klaksvíkingar sera áhugaður í ítrótti og í KÍ. Hann var í síni tíð málverji hjá Stjørnuni. 1989-1992 var hann næstformaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Honum dámar væl í náttúruni, og hann skjýtur harur á hvørjum ári.
Símun Petur Hjelm er giftur við Randi, sum eisini er ættað úr Klaksvík. Hon er dóttur Laicy og Leivur Ellingsgaard. Randi og Símun Petur eiga trý børn - Laicy, Torbjørn og Laila.