Tá liðini hittust fyrstu ferð í ár vann Víkingur 1-0. Talan var um málmansvillu frá Símun Rógva í málinum hjá AB, tá Hanus Jacobsen skoraði einsamalla málið í tí dystinum. Símun Rógvi hevði eins og restin av AB liðnum, eina vanaliga byrjan upp á kappingarárið. Hann misti fleiri avgerandi bóltar og sá í støðum illa út, men við tíðini hevur bæði hann og AB liðið reist seg.
Nú bjargar hann í avgerandi løtunum, er tryggur í øllum hann hann ger og vinnur liðnum stig. Avrikið í Gøtu í gjár var sannførandi. Fyri uttan stjóbjargingunum hjá Símun Rógva, so hevði AB tamarhald á støðuni. Víkingur kom til lítið og einki, meðan AB í løtum fekk kontra maskinuna at rigga og hótti í hinum endanum.
Tá dómarin bríkslaði hevði AB heldur ikki verið undir tí heilt stóra trýstinum og sigurin tóktist rímuliga uppiborðin.
Flyti steypafinaluna
Tað tykist verða einasta loysnin fyri Víking, sum annað árið á rað er steðgað upp, eftir at hava vunnið steypafinaluna. Teir hava tapt tríggjar dystir, móti NSÍ, B36 og AB. Einastu stigini eru komin móti botnliðnum 07 Vestur.
Líka mikið hvønn tú tosar í Víkingi, so tykist ongin hava ein frágreiðing. Ongin veit hví felagið brádliga ikki kann vinna ein dyst. Avrikini móti NSÍ og og B36 vóru á góðari leið, meðan avrikið móti 07 Vestur var nokk til trý stig.
Avrikið í gjár var ikki gott. AB gjørdi nógv rætt, men Víkingur spældi ikki kortini rætt. Teir lótu seg trýsta og høvdu einki aftursvar.
Víkingarnir vóru frustreraðir og tað vóru serliga Kaj Leo Í Bartalsstovu og Filip Djordjevic, sum gingu á odda. Kaj Leo enaði við at fáa sítt seinna gula kort, tá hann hevndi seg inn á Beinir Ellefsen.
Kaj Leo hevur saman við Hans Jørgen Djurhuus leikbann til komandi dyst.
Einasta loysnin er, at Brandur Jacobsen og leiðslan í Víkingi kemur við einum uppskoti, um at flyta steypafinaluna til eftir seinasta umfar í landskappingini.
AB nærkast bjargingini
Við sigrinum er AB seks stig frammanfyri TB, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni. Tað sá svart út, tá AB bara hevði tvey stig eftir ellivu dystum. Nú er felagið í eini góðari støðu undan grannauppgerðini móti HB mikukvøldið.
AB kann sjálvt avgera sína lagnu, tí felagið hevur dystir móti 07 Vestur(Ú), TB(Ú) og KÍ(H) eftir.
Spælir AB eins klókt, sum teir gjørdu í gjár, so hava teir einki at verða bangnir fyri. Teir spæla við nógvari orku og hava spælarar at seta inn, sum kunnu broyta dystargongdina. Tað hevur verið teimum kærkomið, tá teir hava vunnið mangt eitt stgi í evstu løtu. Í gjár komu teir ikki eingongs undir trýst seinastu tíggju minuttirnar, og vóru nærri 3-0.
Hyggur tú eftir stigatalvuni, so er munurin upp til Víkking bara seks stig. Aftaná 11. umfar hevði Víkingur 15 stig og AB 2 stig.
Stubbi 1:
Siggi í Kina
Sigfríður Clementsen var ikki á bonkinum hjá Víkingi í gjár. Hann er í Kina, har hann skal í brúdleyp hjá systir hansara. Hann verður aftur til komandi dystin hjá Víkingi, sum er móti ÍF.
Dystargongd:
Fyrri hálvleikur:
0-15: (Minuttir)
Víkingur leggur trýst á høgru síðu hjá AB. Hanus Jacobsen er nær við eftir hornaspark, men fær ikki ordiligt samband við bóltin, tá hann stútar.
Dion Splidt sendir fríspark innfyri. Sorin Anghel stútar bóltin innfyri aftur og har stendur Dmitrije Jankovic. Við vinstra beini fær hann akkurát ferð nokk á bóltin, til at hann trillar um málstrikuna.
16-30:
Filip Djordjevic verður spældur leysur, men verður taklaður í evstu løtu av Jobin Drangastein. Í hinum endanum er Sorin Anghel nær við, tá hann meddar til uttanfyri brotsteigarmarkinum, men Geza Turi bjargar flott.
Víkingur trýstur, men AB megnar at spæla seg úr trýstinum.
31-45:
Filip Djordjevic fær gult kort fyri at rena hondina upp í andlitið á Beinir Ellefsen. Símun Rógvi Hansen stórbjargar, tá Finnur Justinussen stútar úr góðari støðu. AB hóttir upp á deyðbóltar, men annars er tað Víkingur, sum er á bóltinum.
Seinni hálvleikur:
46-60:
Víkingarnir tykjast frustreraðir og koma við býttum eftirtaklingum. Bæði Kaj Leo Í Bartalsstovu og Filip Djordjevic fáa gul kort. hvørgin hevur fingið nakað burtur úr higartil. AB sær út til at hava fingið rætt upp á bein í mótálopunum.
61-75:
Dysturin broytir skap. Heðin Hansen kemur inn á miðvøllin hjá Víkingi, meðan Ahmed Keita verður útskiftur við arbeiðssama Mikkjal T. Hentze.
AB hevur tak á spælinum og Vikingur fær ikki trýsti at rigga. Teir tykjast ikki vilja tað nokk.
76-90:
Rógvi Poulsen skorar til 2-0 og tað er ikki óuppiborið. Hann fær fatur á bóltinum á brotsteigarmarkinum og sendir bóltin í málið við vinstra beinsskoti.
Í hinum endanum er Símun Rógvi aftur í fullari longd, tá innskifti Hjartvard Hansen royndir seg.
AB hevur møguleiakr til 3-0, men hevur ikki brúk fyri meir enn 2-0 og vinnur.