Símun á talvuna

Í Íslandi royna Símun Samuelsen og liðfelagarnir úr Keflavík at kapprenna við FH, sum hevur lagt seg á odda í Landsbankadeildini. Sunnudagin spældi Keflavík á heimavølli móti KR, og hendan dystin vann Keflavík 4-2. Keflavík søplaði annars trygga 2-0 leiðslu burtur, tá KR skoraðu stutt undan og eftir steðgin. 10 minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Keflavík tó til 3-2, og Símun Samuelsen staðfesti sigurin, tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum.