Sí myndirnar: 99 ára gamal klippir 92 ára gomlum

Hendan avmyndaða løtan er nakað heilt serstakt. Elsti maðurin í Vági klippir 92 ára gomul

Tað er ikki á hvørjum degi, at hendan sjónin sæst. Í Vági hava hesir báðir vinmenninir tó altíð gjørt hetta. 99 ára gamli vágbingurin Poul Olsen hevur seinastu mongu árini klipt vinmanninum 92 ára gamla Andrew Thomsen í Porkeri. 

 

Orsøkin er ikki, at Poul Olsen er frisør, men hann hevur klipt mongum manni gjøgnum ár og dag. Poul Olsen er sera dugnaligur við hondunum og tí liggur væl fyri at loysa hesa avbjóðing fyri vinmannin. Poul Olsen er timburmaður og er eisini faðirin at kendu grindaknívunum. 

 

Tey avvarðandi, sum in.fo hevur tosað við í kvøld siga, at teir báðir eru væl fyri, búgva heima og hava ikki tørv á so mikið sum heimahjálp. Poul Olsen er pápabeiggi konu Andrew Thomsen, so í so máta eru teir eisini familju. 

 

Trýst á myndirnar undir greinin fyri at síggja løtuna, sum Britt Kirke Djurhuus hevur tikið.