Hetta vikuskiftið hevur Intercoiffure Danmark havt sína árligu kongress. Umleið 80 fólk úr øllum Norðurlondum vóru við á kongressini. Hetta er fyrstu ferð, at hesin viðurkendi felagsskapur heldur ráðstevnu í Føroyum, og orsøkin er, at ein føroyskur limur er í felagsskapinum, fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Altjóða felagsskapurin Intercoiffure, sum hevur umleið 3.000 limir í 55 londum, er heimsins fyrsti og fremsti felagsskapur innan hárfríðkan og limirnir teljast millum heimsins fremstu frisørar. Norðurlond, harímillum Danmark, eru eisini við í felagsskapinum, og hetta vikuskiftið hevur danska deildin av Intercoiffure havt sína árligu nýggjárskongress í Føroyum.
Fyri seks árum síðani bleiv Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur salongina Royal Intercoiffure í Havn, fyrsti og higartil einasti føroyski limur í Intercoiffure.
- Hetta var er ein gyltur møguleiki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Føroyskir frisørar hava sýnt hár fram, og hetta fer at varpa ljós á Føroyar og fakið í Føroyum og á Føroyar sum mótadestinatión. Og tað hevur eisini týdning fyri okkum at vera við í norðurlendska samstarvinum. Tey komu higar at uppliva tann íblásturin, sum vit í Føroyum fáa í okkara yrki. Og fyri meg eru Føroyar ein stórur íblástur í so máta. Um eg ikki hevði Føroyar, hevði eg ikki havt eins nógv at geva av, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Nú er ráðstevnan av, og her undir greinini kanst tú síggja myndir frá tí, sum kom burturúr av hármóta.