Ein broyting er á føroyska landsliðnum, sum klokkan 19.45 fer á vøllin at spæla í Graz í Eysturríki.
Einar T. Hansen verður vongverji í vinstru. Í tveimum teimum undanfarnu uppgerðunum hava teir somu ellivu umboðað Føroyar frá fyrsta bríksli. Tá hevur Jóhan Troest Davidsen verið vongverji í vinstru.
Jóhan Troest Davidsen koykti fótin í landskappingardysti fyri trimum vikum síðani, og hann er ikki nóg væl fyri at spæla landsdyst í kvøld.
Upp undir dystin hevur tað verið eitt sindur av iva um, um Súni Olsen fór at vera nóg væl fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu.
Nú tað er kunngjørt, hvussu liðið fer at síggja út í kvøld, ber til at staðfesta, at Brian Kerr hevur mett, at Súni Olsen er nóg væl fyri at spæla í kvøld.
Eysturíki-Føroyar kl. 19.30
Dómari: Marco Borg Malta
Eysturríki: Helge Payer - Aleksandar Dragovic, Franz Schimer, Jurgen Patocka, Christian Fuchs, Yasin Pehlivan, Daniel Beichler, Jakob Jantscher, Stefan Maierhofi, Andreas Hoelzl, Marc Janko, liðformaður
Føroyar: Jákup Mikkelsen, liðformaður - Jónas Þór Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen - Christian Lamhanuge Holst.