Súni Fríði í NSÍ

NSÍ sigur á heimasiðu síni, at felagið hevur gjørt avtalu við Súna Fríða Barbá um at spæla við felagnum restina av kappingarárinum.
Súni Fríði er annars uppvaksin í NSÍ, men í vaksnu røðunum hevur tað fyri tað allarmesta verið á Toftum, at hann hevur gjørt um seg. Eisini hevur hann roynt seg hjá HB, GÍ og so NSÍ, og tað verður so hjá hesum seinasta nevnda, at hann fer at spæla restina av árinum, skilst.