(Eftir Pauli Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)
Heimasíðan Goal.com hevur í hesu vikuni kosið seks teir bestu fótbóltsspælararnar í farnu viku. Har gjørdist føroyski landsliðsspælarin, Súni Olsen, nummar trý á listanum.
Bara Cesc Fabregas úr Spania og Mesut Ozil úr Týsklandi vóru hægri á listanum.
Teir báðir eru professionellir í ávikavist Barcelona og Real Madrid, meðan Súni spælir í B36.
Goal.com skrivar um Súna Olsen, at hann var ein av teimum eyðsýndu og aktivu spælarunum, tá ið Føroyar spældu ímóti Italia fríggjakvøldið.
Hetta er eisini orsøkin til, at hann er so høgt uppi á listanum.
Listin er hesin:
1. Cesc Fabregas, Spania.
2. Mesut Ozil, Týskland
3. Súni Olsen, Føroyar
4. Wilfried Bony, Fílabeinsstrondin
5. Park Chu-Young, Suðurkorea
6. Hiroshi Kiyotake, Japan