Eftir at hava byrjað inni í fleiri dystir á rað, var Súni Olsen ikki at finna millum leikararnar, sum byrjaðu inni, tá AaB vitjaði í Viborg.
Venjarin Erik Hamrén setti Allan Olesen inn á vinstra bakk fyri føroyska landsliðsleikaran. Men við Súna á beinkinum allan dystin eydnaðist tað Aab at vinna ein tryggan 2-0 sigur. Rada Prica skoraði bæði málini, soleiðis at hann nú hevur skorað 15 mál í deildini.
Við sigrinum hevur Aab nú hála seg upp á 45 stig og hóttir nú av álvara OB á triðja plássinum, sum bara hevur eitt stig meira