- At hildið fram at samráðst, tá ið útlitini at fáa meiri eru eingi, er at halda limirnar fyri spott.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í hvassorðaðari grein í Skúlablaðnum um sáttmálasamráðingarnar, sum endaði við, at Pedagogfelagið fór í verkfall.
Hann sigur, at sum støðan er nú, dugir nevndin í Lærarafelagnum ikki rættiliga at síggja nakra framtíð í fakfelagssamstarvinum, serliga nú Starvsmannafelagið hevur skrivað undir ein eitt árs sáttmála og lærararnir ein tvey ára sáttmála.
Sjálvur er Herálvur Jacobsen sannførdur um, at Lærarafelagið hevði ikki fingið meiri burtur úr við at farið í verkfall ella við at drigið samráðingarnar enn longri út.
?- Allarflestu lærararnir fáa einar 220 krónur afturat um mánaðin.
- Starvsmannafelagið noktaði at taka ímóti teimum 220 krónunum, tí Fíggjarmálaráðið helt fast við, at hækkingin fyri hægru lønirnar skuldu vera minni enn fyri tær lægru lønirnar.
Her var Lærarafelagið ósamt, tí eitt slíkt prinsipp vigar ikki nóg tungt, sum støðan er.
- Fakfelagssamstarvið søplaði tey 1,2 prosentini burtur, sum Axel Johannesen, ið tá var fíggjarmálaráðharri, bjóðaði feløgunum.
Hann sigur, at útlitini fyri vali í úrtíð vóru heldur ikki tikin í nóg stórum álvara og at tað var eisini nakað nógv avgjørt tá ið summi væntaðu, at Fakfelagssamstarvið skuldi koppa sitandi stjórn.
- Vit hava samráðst í sjey mánaðir og endaðu vit eini semju. At hildið fram at samráðst, tá ið útlitini at fáa meiri eru eingi, er at halda limirnar fyri spott, og tað høvdu vit ikki hug til.
Herálvur Jacobsen heldur, at tað er einki ið talar fyri, at samráðingarútlitini vera betri í oktober í ár.