Sær ljósari út hinumegin markið

Hóast tøgn hevur valdað leingi á Atlantsmótinum, so er okkurt, sum bendir á, at ljósglottar eru í leitingini eftir kolvetni, í hvussu er vestan fyri Hetland og heilt upp at føroyska markinum. Eitt oljusamtak við Amerada Hess, ChevronTexaco, Dong og OMV er júst liðugt við ein avmarkingar- og leitingarbrunn skamt frá føroyska markinum, í tí fundinum, sum varð gjørt fyri góðum ári síðani og sum nevnist CAMBO. Tað er ómetaliga torført at fáa nakrar upplýsingar yvirhøvur um úrslitið av hesum sera spennandi og áhugaverda brunninum, men okkurt kundi bent á, at talan er um eina gevandi boring og positiva boring. Fyristøðufelagið hevur tó onga viðmerking til nýggja brunnin.

Oljuleiting





Men um so er, at seinasta boringin staðfestir tað, sum feløgini longu hava vitað, nevniliga at talan er allarhelst um eitt lønandi fund, so kann hetta fáa stóran týdning fyri leitingina sum heild á Atlantsmótinum. Hetta ikki minst tí at talan her er um eitt nýtt slag av "play" modelli. Tvs. at oljufeløgini her brúka eitt heilt annað arbeiðsmodell enn talan var um longur syðri, eitt nú í Gullhorninum. Cambofeltið, sum nú er vorðið betri kannað, kann, um talan veruliga er um eitt stórt og lønandi fund, hvat mangt kundi bent á, fáa veruliga gongd á aftur leiting á Atlantsmótinum og hvat er mest týdningarmikið, tað kann birta nýggjar vónir hjá oljufeløgunum og myndugleikunum. Um Cambo veruliga er eitt stórt lønandi oljufelt, og tað verður bygt út, so merkir hetta oljuframleiðslu beint við føroyska markið og tað í einum øki, sum feløgini meta líkist nógv teigunum, sum føroyingar fara at luta út í 2. rundu. Men vit skulu heldur ikki gloyma, at hetta liggur rættiliga tætt upp at 9 ára loyvinum hjá Agip (ENI) og Føroya Kolvetni.

Lata vit Cambobrunnið liggja fyri fyrst, so er eisini talan um eina áhugaverda borgin longur eystari. Laggan gassfundið, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, tykist nú aftur at vera sera áhugavert. Ein nýggjur brunnur er júst boraður í hesum feltinum og sambart keldum í oljuheiminum, eitt nú oljublaðnum Uppstream, so skal boringin vera væleydnað og kann møguliga enda við fyrstu útbygging av gassfelti vestan fyri Hetland. Hetta eru sera góð tíðindi fyri oljufeløgini, sum eru við og fylgja við tilgongdini á Atlantsmótinum. Tað er Total, sum er fyristøðufelag og verður talan um útbygging, hvat okkurt longu nú kundi bent á, so verður rørleiðing løgd inn til Hetlands og víðari higani til Skotlands.

Men áhugaverdu tíðindini um Atlantmótið eru ikki liðug við Cambo og Laggan. Í løtuni borar West Navigator brunn fyri ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV longur norðuri og skamt frá markinum. Sum skilst kunnu fyrstu úrslitini av hesi boringini koma longu í næstu viku. Men eisini her er talan um "tight hole status", so ivasamt er um nakað kemur út.

Og um ein mánað ella so fer BG saman við eitt nú Atlants Kolvetni at bora brunnin Bedlington heilt har suðuri við markið.

So hóast lítið og einki virksemi er á landgrunninum við undantaki av seismiskum kanningum, so kann nógva virksemið beint hinumegin markið og góð úrslit hagani fáa alstóran týdning fyri leiting á landgrunninum í framtíðini.

Tað er greitt, at almennir upplýsingar um fund á bretskum øki nær markinum kunnu fáa sera positiva ávirkan á eina komandi rundu her hjá okkum og eisini fyri 22. runduna á bretskum øki. Men nógv bendir á, at oljufeløgini, um tey gera fund, vilja halda kortini tætt at sær, tí tað kann vera ein fyrimunir fyri tey, tá bjóðast skal uppá nýggjar teigar báðumegin markið. Men Laggan boringin, hóast hon liggur nakað longur eystari á bretskum øki,
kann tó skunda undir menning av gassframleiðslu, sum aftur kann gagna okkum uppá longri sikt, og er talan um staðfesting av Cambofundinum sum eitt veruligt lønandi oljufund, so vil eisini tað fáa ikki minst stóru oljufeløgini at tevja kolvetni í føroysku undirgrundini eisini.