Sær svart út í Vági

vikuni frættist, at arbeiðsfólkini á virkinum hjá Faroe Seafood í Vági eru uppsøgd, samstundis sum lítið og einki fiskaarbeiði er á Palm Seafood

Vágur

- Tað vísir seg, at tað skal bara ikki gangast okkum væl í fiskavirkisvinnuni í Vági. Viðhvørt hómast glottar, og so dregur saman aftur á luftini.
Tað sigur Rannvá Dalá, formaður í arbeiðskvinnufelagnum, Fjallbrúður, í Vági.
Hon sigur, at felagið hevur stívliga áttati limir, men heldur, at flestu av hesum hava einki arbeiði, sum gevur teimum eina inntøku, sum er at liva við.
- Nú frættu vit so eisini í vikuni, at limir okkara á virkinum hjá Faroe Seafood eru uppsagdir. Einki fiskaarbeiði hevur verið á virkinum leingi, og sama er galdandi á virkinum hjá Palm Seafood. Men har eru fólk okkum kunnugt ikki uppsøgd.
Hon vísir á, at rættiliga lítið fiskaarbeiði er í Vági til limir felagsins.
- Tað var rímiliga gott við arbeiði fram til páskir ella har um leið, men síðan hevur sum heild verið lítið at gera.
Rannvá Dalá vísir á, at nøkur fólk arbeiða hjá Løðhamri, sum Mikkjal Djurhuus rekur og nøkur fá hava eisini verið á virkinum hjá John Absalonsen.
Á báðum virkjunum verður fiskurin skorin og saltaður.
- Jú, vit merkja væl, at arbeiðsloysið í økinum er stórt.
Spurd, hvussu nógvir limir í arbeiðskvinnufelagnum eru arbeiðsleysir, heldur Rannvá, at tað munnu vera teir flestu.
- Vit hava í løtuni fáar limir, sum kunnu liva av tí, sum fiskavirkisvinnan gevur í arbeiðslønum. Líkt er til, at tað skal bara einki vera í Vági, sum er støðugt og í longdini gevur nakað av sær til limir okkara, sigur Rannvá Dalá.