Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í trettanda umfari í Betri deildini. Tá fær Skála vitjan av KÍ.
Tað er altíð torført hjá KÍ á Skála. Soleiðis var tað eisini trettanda mai, tá ið KÍ vann 1-0, og Jákup B. Andreasen var einsamallur málskjútti.
Kanska hevur flótandi og hugflogsríka fótbóltsspælið higartil í ár verið betri á Skála, enn tað hevur verið hjá nøkrum øðrum liði. Tað eru málini, sum telja, og tølini siga, at Skála hevur tapt fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini, og hóast tveir javnleikir í steypakappingini, so eydnaðist tað ikki at vinna seg í finaluna.
Danski álopsspælarin, Søren B. Nielsen, var ætlaður at vera størsti álopstrumfurin, men hann hevur ikki verið nógv á vøllinum. Hann var við í fyrsta umfari, tá ið Skála tapti 1-0 á útivølli ímóti B36, og hann var við og skoraði fyrra málið, tá ið Skála í øðrum umfari vann 2-0 á heimavølli ímóti TB.
Síðani hevur Søren B. Nielsen ikki verið á vøllinum. Hann er skaddur í fótinum, og skaðin er orsøk til, at hann ikki hevur vant við bólti í tríggjar mánaðir. Hann rennur og venur uttan bólt, men einki bendir á, at Søren B. Nielsen verður at síggja á vøllinum aftur undan summarsteðgin.
Edvin Jakobsen er skaddur. Á Skála verður roknað við, at hann verður tøkur aftur um tvær vikur. Ronni Møller-Iversen er tøkur aftur eftir leikbann.
Síðstu dagarnar eru tveir nýggir spælarar lagstir aftrat í KÍ hópinum. Magnus Stamnestrø hevur vant við KÍ í hesi vikuni, og í fyrradagin boðaði KÍ frá, at Semir Hadzibulic, sum frá 2016 og fram til í fjør var stuðulsspælari, nú aftur er KÍ spælari. Hvørgin teirra verður við á Skála í kvøld, tí flytingarvindeygað letur ikki upp fyrr enn í morgin.
Simen Sandmæl er tøkur aftur eftir vøddaskaða.
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Jesper Brinck eru skaddir, og Takuya Matsunaga er givin í KÍ og farin av landinum.
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum fríggjadagin kl. 19.00.