Mansfinalan
Jákup Mørk
Flogbóltslagið í Sørvági er óført fyri tíðina. Við fylgjandi sigrum á Fram og Mjølni hevur SÍ nú vunnið seg heilt nær silvurmerkjunum í landskappingini, og seinastu vikurnar eru tankarnir so smátt eisini farnir at ferðast til steypafinaluna, sum SÍ fyri fyrstu ferð vann í fjør.
Positivur liðskipari
Kaj á Stongum er liðskipari hjá SÍ, og tá vit hittu hann á máli undan finaludystinum tóktist tað eisiniv vera so, at spenningurin til dystin var stórur.
- Jú, tað er einki at ivast í, at lagið hevur verið gott seinastu tiðina. Uppmøtingin til venjingarnar og intensiteturin undir venjingunum hevur verið sera góður hesar seinastu vikurnar, so tað er einki at ivast í, at leikararnir gleða seg til dystin. Og við sigrunum á Fram og Mjølni átti sjálvsálitið eisini at veri í topp, so eg haldi ikki, at vit kunnu vera nógv betri fyri enn tað sama.
Hóast hann soleiðis tykist vera ógvuliga bjartskygdur, so dylir Kaj tó ikki fyri, at fuglfirðingar mugu roknast sum favorittar. Eisini hóast tað eru SÍ, sum skulu royna at verja steypið.
- Tað er nokk einki at ivast í. Talan er ikki um sama lið hjá teimum sum í fjør, og tá vórðu teir eisini raktir av øllum óhappum, sum hugsast kundu. Í ár hava tað verið teir, sum hava verið sterkasta liðið í landskappingini, men hinvegin, so ger tað einki, um vit ikki eru favorittar. Tvørtur ímóti hevði tað kanska gjørt tað uppaftur stuttligari, um vit kortini megna at vinna.
Og hóast tað er ein trupul uppgáva, so eru sørvingarnir greiðir um, hvat skal til, um talan skal gerast um sigur.
- Vit skulu fyrst og fremst hava góðar servur. Vit mugu skapa trýst á móttøkuna hjá teimum, soleiðis at teir ikki sleppa ov lætt í álopspartinum, tí tá verður tað alt ov trupult hjá okkara blokki. Álopsparturin hjá okkum plagar vanlig at rigga hampuliga væl, so tað rokni eg ikki við, verður trupulleikin. Tað eru teirra álop, sum vit skulu steðga.
- Og so skulu vit eisini fáa nakrar av teimum so sálarliga týdningarmiklu bóltunum upp av gólvinum. Tað byggir aloftast sjálvsálitið upp, samstundis sum tað sigur hinum, at tað ikki er so lætt at fáa bóltin í gólvið, so týdningurin av tí kann næstan ikki yvirmetast. Heldur ikki hóast eg ikki rokni við, at nakar leikari ferð niður við høvdinum í eini slíkari finalu.
Tá vit at enda spurdu Kaj, hví hann heldur finaludystin vera somikið serligan, er hann skjótur at svara, at tað eru karmarnir.
- Tað er jú altíð stuttligt at spæla fyri nógvum áskoðarum. Í Klaksvík móti Mjølni seinast var tað ótrúliga stuttligt, og við eini fullari ítróttarhøll er tað bara heilt fantastiskt. Yvir høvur er eitt risa stórt fokus á flogbóltinum í hesum dystunum, og bara tað at vera partur av tí, er veruliga ein uppliving. Og so er bara at vóna, at upplivingin kann verða so stór sum gjørligt, sigur Kaj á Stongum.
Og tað er nokk ikki bert fyri leikararnar, at upplivingin er stór. Seinastu dagarnar hevur pápi Kaj, Jákup á Stongum, havt úr at gera við at fyrireika áskoðararnar til dystin. Nú fast samband er, er eisini munandi høgligari at koma til og frá dystinum, so tað er einki at ivast í, at talan verður um heilt nógvar sørvingar, sum hesa ferð leggja leiðina til Havnar, har vónin er, at tað verður teirra lið, sum verður steypavinnari.
Mynd: SÍ við steypinum
Í fjør lyftu sørvingar steypið, og tó at teir ásanna, at ÍF er favoritturin í ár, so hava sørvingar á ongan hátt mist vónina um ein sigur