Leygardagin 9. Juli verður 5. umfar í kappróðri og fyrireikingarnar eru longu byrjaðar.
“Vit hava hugt serliga nógv eftir veðrinum” Sigur Anja Magnussen, sum er virkandi forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag í løtuni, nú verandi formaður er burturstaddur.
RSF og Sørvágs Róðrarfelag hava fyrireikandi fund í kvøld klokkan 19.00, men alt tikist at vera fyrireika.
“Vit hava syrgt fyri at hava nokk av bátum og royndum fólki til startin og runt postarnar. Vit fáa fólk úr ymsu bygdunum á Vágoynni og tey flestu hava verið við fyrr”
“Veðrinum hava vit fylgt væl, og eru fyrireika uppá tað ringasta. Hølir og matur eru klár til rógvararnar um veðrið verður ringt.”
Seinast róð var í Sørvági var á Vestanstevna 2013 og var serliga ringt veður hetta árið.
“Men veðri sær út til at vera til vildar. Eystan er góð ætt í Sørvági og vindurin verður upp til 8 metrar um sekundi.”
Kappróðurin á Vestanstevnu 2016 byrjar við barnaróðrið klokkan 13.30 og FM róðrarnir byrja klokkan 15.00