Sørvingar ov stuttir móti Fleyr

Flogbóltur, menn: Tað eydnaðist ikki sørvingum at gera nakað við Fleyr liðið. Kortini tóku teir eitt sett. Dysturin endaði 3-1 og tað var Fleyr sum vann

SÍ-Fleyr 1-3

(9-15, 7-15, 15-6, 7-15)


Tað var ikki fyrr enn kappingin av álvara nærkaðist endanum, at tað eydnaðist sørvingum at leingja livitíðina í meistaradeildini hjá monnum.

Tað gekk meiri enn striltið at fáa stig í byrjanini av kappingini og tað var bert tann eini dysturin, sum varð vunnin. ÍF b var einasta liðið, sum tapti fyri sørvingum, og tað var ilt at fáa eyga á nakað annað lið, sum var í vanda fyri at tapa fyri teimum heldur.

Men eins og hjá fleiri øðrum liðum, so broyttist alt eftir jólasteðgin.

Sørvingar fingu tilgongd av spælarum og tað hevði við sær, at teir ungu spælararnir, sum annars høvdu lagt rygg til í fyrru hálvu, sluppu at deila hesa ábyrgd við aðrar, og tað sást beinanvegin á spælinum hjá eitt nú Jón Nielsen, at hann ikki longur var tann einasti sum skuldi draga.

Men hóast livitíðin í bestu deildini var longd, so var hetta kortini ikki nóg mikið til, at sørvingar kundu vinna dystin móti Fleyr, leygardagin.

Fleyr var tað liðið, sum byrjaði best, og tað vóru teir, sum settu ferðina í dystinum.

Fleyr hevur eitt gott móttakarapar í Jan Hentze og Klæmint Isaksen og júst móttøkan hevur verið ein av teimum mest støðugu pørtunum í spælinum hjá havnarmonnum.

Fleyr vann tey bæði fyrstu settini. Fyrsta sett endaði 15-9, meðan annað sett endaði 15-7.

Í triðja settið vaknaðu sørvingar av álvara upp, og tað sá út sum um, at teir skuldu í hvussu er ikki tapa dystin 3-0, og tað eydnaðist.

Teir fingu gongd á sítt spæl, samstundis sum spælið hjá Fleyr datt fullkomiliga sundur.

Settið endaði við, at SÍ vann 15-6, og tað er ein ordans umgangur teir her góvu Fleyr.

Í fimta settið kom Fleyr afturíaftur, og teir lovaðu ongantíð SÍ framat aftur.

Fleyr vann fjórða sett 15-7, og harvið dystin 3-1.

Fleyr endaði ári á øðrum plássi, meðan sørvingarnir endaðu á næstniðasta plássi.

Nú verður so steðgur í hjá teimum flestu leikarunum, meðan aðrir fara undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi í summar.

Hesum fara vit at gera eitt sindur meira burturúr seinni.

Næsta kappingarár byrjar í oktober mánað, og tá verður spennandi at síggja hvussu liðini verða fyri, men verður støðan hjá sørvingum, sum søgurnar ganga um, so hava teir eitt spennandi lið næsta ár.