Súsanna danskur meistari

Sunnudagin gjørdist Súsanna Skylv Sørensen danskur meistari á hálva ironman-teininum, tá kappast var í jútska býnum, Juelsminde

Talan er um eina rættiliga harða og kropsliga krevjandi kapping, tí tey íðkandi skulu fyrst svimja 1,9 kilometrar, síðani súkkla 90 kilometrar og at enda renna 21,1 kilometur. Tað er ikki av ongum, at tvífaldi teinurin av hesum hevur heitið ironman ella »jarnmaður«.

Kappingin sunnudagin fór fyri tað mesta fram í og kring havnarlagið í Juelsminde, og tá avtornaði, var Súsanna Skylv Sørensen fremst í kappingini hjá kvinnunum við tíðini fýra tímar, 37 minuttir og 12 sekund.

– Hóast hetta bæði var ein kapping og ein venjing, vildi eg gjarna vinna og fór tí eftir gullinum. Tað eydnaðist eisini, hóast kappingin hesa ferð ikki gekk av tí allarbesta. Nú ætli eg mær at gera meira um meg, og eitt nú ætli eg mær at satsa uppá at sleppa á danska landsliðið, sigur hon.

Súsanna, sum í kappingini í Juelsminde umboðaði Føroya Triathlon Felag, vann fyri einum góðum mánaði síðani silvur í 10.000 metra renning á Oyggjaleikunum í Álandi, umframt at hon í súkklukappingini Statoil Kring Føroyar í farna mánaði vann hjá kvinnunum. Eisini er hon ráðandi føroyameistari í triathlon.