Leygarnáttina var ein 9 ára gamal drongur og ein 13 ára gomul genta flutt á landssjúkrahúsið, eftir ein syrgiligan tilburð av eldi á kirkjuloftinum á Argjum, har skótar hildu legu. Drongurin liggur enn á intentivari deild og er brendur í andlitinum. 13 ára gamla gentan hevur fingið brunasár á lærið og er komin á Barnadeildina at liggja.
Gekk skjótt
Klokkan 1 leygarnáttina var um at vera songartíð hjá 18 úlvum hjá KFUM skótunum á Argjum. Teir høvdu rigga soviposarnar til uppi á kirkjuloftinum á Argjum, og sum vanligt er hjá skótunum, var bara eftir at tendra legubálið. Saman við børnunum, sum eru millum 7 og 10 ár, vóru 5 leiðarar millum 13 og 17 ár. At tí at veðrið var vánaligt hetta kvøldið, avgjørdu tey, at legubálið skuldi vera innandura.
- Vit eru uppvaksin við, at tá veðrið er ringt, gera vit eitt lítið bál innandura. Hetta verður gjørt við, at vit oysa salt og spritt í botnin á einum eldføstum fati, áðrenn vit festa eld í. Børnini sita eitt gott petti frá eldinum og vindeyguni eru opin, greiðir Jóna Venned, leiðari frá. Einu løtuna er eldurin um at sløkna og onkur koyrir meira spritt á. Eldurin festir í stráluna og í fløskuna, og viðkomandi rykkir hondina til sín, so sprittið rakar tvey av børnunum.
- Tað gekk sera skjótt at fáa børnini út. Hóast tey vóru bangin og grótu gingu ikki meira enn 10-15 minuttir frá tí at eldurin kyknaði, til eldurin var bastur og øll vóru á veg heim, sigur Jóna Venned. Teir fimm leiðararnir fingu sostatt bast eldinum, børnini út, ringt eftir sjúkrabili og koyrd kalt vatn á brunasárini. Aftaná hendingina gjørdist greitt, at ongin trygdarútgerð var til staðar á loftinum, og legubálið var sløkt við einum buksum.
Ongin sjúkrabilur
Tað er eisini í hesum sambandi, at Jóna er rættiliga ørg inn á alarmsentralin, tí hóast tey ringdu beinanvegin og bóðu um ein sjúkrabil, so kom bara ein politistur á staðið.
- Tá vit spurdu hann, hví ongin sjúkrabilur kom, segði hann, at hann fyrst vildi vita, hvat gekk fyri seg her. Politisturin segði, at hann visti onki um, at vit høvdu biðið um ein sjúkrabil, sigur Jóna. Og hon vísir á, at hetta kann hava ávirkað brunasárini.
- Hetta er bara so langt úti, og prógvar eisini tað viðferð, sum vit fingu frá løgregluni eftir hendingina. Tað tóktist sum, at eingin tók okkum í álvara, og tíðindini, sum løgreglan segði fyri miðlunum vóru eisini ósonn, so sum at vit skuldu grilla pylsur og at har vóru 50 børn inni, greiðir Jóna Venned frá.
Ongantíð aftur
Sjálvandi skuldu vit havt sløkt eldin, áðrenn vit koyrdu meira spritt á. Men tað var ikki gjørt og tað hava vit í øllum førum lært av hesum, sigur Jóna. Og hon vissar fyri, at tey heilt sikkurt ongantíð fara at kynda eld innandura aftur.
- Hetta hevur verið ein ræðuligur skelkur, og eg eri bara so kedd av tí, sum er hent. Eg hevði tað heilt øgiliga ringt í vikuskiftinum, men nú havi eg tað eitt sindur betur, sigur hon.
Sunnudagin vórðu foreldur og børn boðin til kunnandi fund, har greitt varð frá um hendingina. Foreldrini vóru sjálvsagt kedd, men tey søgdu eisini, at hatta var eitt óhapp, sum kann henda, og at tað kundi verið verri.
- Í morgin kemur ein sálarfrøðingur út at práta við okkum, so vit øll fáa sett orð á kenslurnar í sambandi við hendingina, sigur Jóna Venned, sum hevur verið skóti í nógv ár.
Trygdarútgerð tøk nú
Sambært Arnold Hvalsrætt, sum er kassameistari hjá KFUM á Argjum, var tað ein skelkur, at finna útav, at ongin trygdarútgerð var á loftinum. Hann harmast sjálvsagt um tilburðin.
- Eg fór út fyrst leygarmorgunin at keypa eldsløkkjara, brandteppi og brandalarmar. Og so hava vit sjálvsagt gjørt at, at tað verður ongantíð brent innandura afturs, sigur Arnold. Spurdur, um tað er forsvarligt, at ongin vaksin er til staðar, tá børnini eru á legu, sigur hann: - Vit fara ikki at krevja at tað skulu vera vaksin til staðar til hvørja legu, tí tað er ein kendur trupulleiki, at tað er ógjørligt at fáa foreldur at taka lut í fríðtíðartiltøkum. Men vit fara avgjørt at seta bann fyri at tey ungu fáast við eld innandura aftur, og sjálvsat eru vaksin við, tá talan er um eina rættiliga legu, sigur hann til endans.