Síðsta hjálandið í Europa

Føroyar er seinasta eftirverandi hjáland í Europa.

Hetta ger at støða okkara verður samanborin við minnilutar, upprunafólk og frumfólk í øðrum londum.

 

Mannbjørn J. Jacobsen



Føroyar er seinasta eftirverandi hjáland í Europa.

Hetta ger at støða okkara verður samanborin við minnilutar, upprunafólk og frumfólk í øðrum londum.


Politikkarnir meintu tað ikki

Fólkaatkvøða var í 1946, sum vísti meiriluta fyri loysing, men var hon ikki sett í verk, men uppskotið sum tapti, uppskotið hjá donsku stórnini um Heimastýri, annað av tveimum.

Lóggildið hjá Heimastýrinum var at politikarir aftaná valið søgdu, at teir ongantíð høvdu meint at uppskotið um loysing skuldi setast í verk, vann tað.

Eitt lógarbrot avtrat gav grundarlag fyri at seta tapandi uppskotið í gildi, at kongur upploysti løgtingið og undir hernaðarhøttan útskrivaði nýval.

Tá upp var talt aftaná hetta val, hildu teir seg hava grundgeving fyri at strika atkvøðuna í, at flokkar, sum høvdu játta at taka undir við Heimastýrislóg-ina, íroknaður Gamla sjálvstýri, nú høvdu meiriluta í tinginum.

Hendan løgna grundgeving var so brúkt sum grundarlag fyri at flyta inn Heimastýrislógina í 1948.

Óvanligt er at tingmenn meina tað sama sum veljarir í slíkum málum. Til dømis í dag er stórur meiriluti í tingum í Europu fyri ymiskum málum, til dømis EU, men fellur fólkaatkvøða uppskot um luttøku, verður hon fyld.


Mark fyri Heimastýrislógini

Heimastýrislógin, sum á henda hátt var ttýst inn á okkum, ger at vónleyst er at finna fram til avmarkingar í lógini.

Hugskotið við at neyðhalda um tapandi uppskotið var jú, at Føroyar vórðu verandi partur av danska statsøkinum.

Okkara støða í danska statinum eru ymiskar meiningar um.

Onkur lýsir okkara støðu sum ein donsk kommuna, sjálvstýrandi eind, partur har serstøk viðurskifti gera seg galdandi.


?Autonom republik?

Eitt ein hoyrir er ?Autonom republikk?, sum ljóðar løgið, tí Føroyar gjørdist ikki republikk, tjóðveldi, í 1946, sum fólkið ynskti. Orðið er um serstøk øki í forna Sovjetsamveldinum. Til dømis er ein týsk autonom republikk har, sum hevur ávíst sjálvstýri. Hugskotið er, at fólkið skal hava egnu ótálmaða mentan á egna avmarkaða øki, ikki so í Føroyum. Øki er allan vegin umkring fólkað av russum, ikki Føroyar av dønum.


Politiski og mentunnarligi spurningurin

samantvinnaður

Onkuntíð hoyrir ein at føroyingar hava gjørt skeivt í at samantvinna tað politiska og tað mentanarliga. At krav um politiskt sjálvræði, suverenitet, er knýtt at mentanarmenningini, so seinkað menning á hesum øki útihýsir sjálvstøðu. Hetta er ikki í øðrum londum.

Hetta skal tíðlja hava útihýst framburðskreftum úr tjóðskaparrørsluni, tí tær ikki vóru hildnar at vera tjóðskaparligar.

Í til dømis Írlandi stríddust teir fyri óheftum stati, uttan at krevja enskt ruddað út úr landi teirra og egnað mál ístaðin, høvdu lítlan áhuga fyri tí.

Heft lond í triðja heiminum taka frælsi, í nógvum førum hava tey yvirtikið málið og part av mentanini frá fyrrverandi hjálandaveldinum.


Atkvøða uttan grund

Eitt ein ofta hoyrir frá sambandssíðu er, at ein fólkaatkvøða um okkara statsrættarsligu støðu ongan týdning skuldi hava, útlendingar mugu undrast. Hvat var so endamálið við atkvøðuni? Skuldi hon kunna vísa á fólkahugsan, sum ikki skuldi takast í álvara ? Eftir hesi meting skulu veljarir ikki takast fyri fult. Teir siga, at teir skuldu vegleiðast, men at henda vegleiðing, um eftir teirra meting skeiva uppskotið vann, ikki skuldi takast í álvara. Hetta lógloysi og brot á fólkarætt og vanvirðing fyri fólkahugsan byggja tveir føroyskir flokkar á í hvussu so er.

Ein týdningmikil lutur, sum ger hendan atburð møguligan, er spjaðing av føroyingum. Sambandið byggir, sum hjálandaskutilsveinar allastaðir, á minni mennt fólk, øki, bólkar, spjaða ætt uppá henda spurning.


Keypa føroyingar frá tjóðskaparhugsan

Ein sálarfløkja, sum sambandsflokkar hava dúva uppá siðani kríggið, sum nú rendi allan føroyska búskapin á heysin, er at vit skullu hava sama sosiala støði, sama livifót sum aðri skandinavisk lond, uttan mun til hvussu hetta fíggjast. Hetta hava teir síðani kríggið gjørt til páskot til at hefta danska statin og Tjóðbankan at føroyska vinnulívinum, ikki sum aðra staðir, at lokka til útlendskan kapital, sum ongin er í Føroyum, á vinnuligum grundarlagi. Hetta ómøguliga renningarlop, siga teir við hvørt skal føra til sjálvstøðu, tá eitt ella annað undarligt hendir.

Óneyðugt skuldi verið at lagt avtrat, at aðra staðir í heiminum samantvinna tey ikki krav um sama livifót, sum mest framkomnu tjóðir í heiminum, við spurningin um statsrættarliga støðu. So vóru ongin lond í triðja heiminum fræls í dag, fleiri stór europeisk lond stýrd av øðrum stati.

Veruliga endamálið við hesum er at við biddarapeningi úr Danmark at skapa størri peningaríkidømi millum fólk í føroyska samfelagnum enn í Danmark, lágan inntøkuskatt, so fólk keypist frá slíkum hugsanum.


Danskar lúnir avgera lagnu okkara

Tað alt hetta hevur ført til nú, er at danskar lúnir gjørdu, at alt føroyska vinnulívið fór undir hamarin. At vit fáa ein nógv lægri livifót, sum var óneyðugt, sum nú skal til at hála útlendskt vinnulív til Føroya, lokkað av lágum lønum.

Hetta var alt óneyðugt um vit loystu, so fyldi okkara menning tí íslendsku, sum er høgt útviklað vinnulív, góður livifótur, onki arbeiðsloysi, stór virðing í umheiminum. Lagnufundurin millum amerikanska forsetan og sovjetiska á sinni var í Íslandi.

Ongin útlendingur veit í dag at Føroyar eru til, føroyingar verða roknaðir sum danir.


Statsrættarligar samanberingar

Vard øki

Ein støða, sum ikki átti at verið frammi sum samanbering, er støðan vard økir, protektoratir.

Hetta eru økir sum eru undir hernaðarligari umsiting av øðrum størri landi, sum so hevur uppgávuna at verja landið móti øðrum størri granna.

Fólk, sum tosa um sjálvræði undir danskari verju eru ikki frammand fyri hesum.

Tað næsta ein her kemur á er bíløgd økir, reservatir. Fólk sum biðja føroyingar fara í føroysk klæði, um teir kenna seg føroyskar, eru inni á hesum.


ST umboðsøkir

Eitt slag av vardum øki, sum ikki er samaberiligt við fyrrnevda, er økir undir ST. Hetta er stutta tíð til landið gerst sjálvstøðugt. ST embætismenn umsita landið. Hermen úr ymiskum londum hava vaktartænastu. Ofta er landið høtt av granna, sum krevur økið.


Triði heimurin

Samanbering við Triðja heimin er trupul, longu tí øll eru fræls lond í dag. Livifóturin er nógv lægri enn okkara. Búskaparframgondin, sum hevur verið, er eftir at tey gjørdust sjálvstøðug. Mentanarstigið er á lægri støði enn okkara.

Meginparturin av fólkinum er litað, hava egin upprune mál, ofta fleiri í sama landi. Størri ella minni partur er kristin, restin hevur uppruna trúgvir. Í øðrum av hesum londum hevur muhamedstrúgv lutin hjá kristindóminum.

Fólkið dugur í í dag flestu førum eitt europeist mál, tað hjá fyrverandi hjálandaveldinum.

Vanlig samanbering verður ikki her.


Skipan av gomlum hjálondum

Dominions

Eitt, sum kanska er frammi í huganum hjá onkrum, er dominionsskipanin, hjá fyrrverandi bretskum hjálondum, við stórum parti av fólkinum bretskum, einans enskttalandi. Her er longu ongin samanbering. Tey fingu um aldarskiftið eitt slag av sjálvræði, egin parlamentir, viðtøkufør, egnan her og løgreglu, einans bundin til kongan og skyldu til kríggslutøku um Bretland kom í kríggj.


Commonwelth

Hendan støðan, sum longu er sjálvræði í veruleikanum, var skjótt skift til tí støðu, sum enn er, Commonwealth. Hetta er fullkomuliga sjálvstøðug lond, einans knýtt saman av einari personaluunión, ensku krúnuni. Bonduni eru reint mentannarlig.

Gomlu litaðu hjálondini eru í flestu førum undir hesari skipan í dag.

Frakland hevur hesa skipan eisini við fleiri av gomlu hjálondum sínum.

Lítil orsøk er hjá føroyingum at umhugsa skipan, sum í høvuðsheitinum er av lítið framkomnum fólki í Triðja heiminum, um tað ikki er ensktalindi lond har nógv størsti parturin av fólkinum er eftirkomarir av bretskum niðurseturmonnum, sum enn hava valt at verða undir bretsku krúnuni.

Aðrar samanberingar kunndu sjálvandi takast fram, men líkjast tær, ella eru ov langt av leið.


Vinning av egnu umboðan

Lata føroyingar seg lokka til eina av síðstnevndu skipanum, fáa vit støðugt stóra trupuleikar við egnu umboðanum.

Umheimurin vil enn kenna okkum sum part av Danmark.

Tær umboðanir vit so skulu hava verður støðugt stríð um, eisini fer hugsanin um neyðturvuleika at koma í vegin.

Vinningur av egnu umboðan gerst nógv minni, ofta sum partur av donsku, enn um vit koma í vanliga sjálvstøðu.